Soleiðis kunnu vit fíggja loysingin frá Danmark

Løgtingsmaður hevur eitt heilt sermerkt uppskot um, hvussu vit sleppa av við ríkisveitingina úr Danmark

Tað hevur altíð verið eitt afturvendandi mál hjá Tjóðveldi at sleppa av við ríkisveitingina úr Danmark. Men nú hevur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, lagt eitt rættiliga sermerkt uppskot fyri Løgtingið um, hvussu tað kann lata seg gera.

 

Hann skjýtur upp, at ein lóg verður sett í verk, har allir føroyingar kunnu melda seg til eina skipan, har teir rinda eitt serligt føroyagjald. Samstundis skulu fyritøkur eisini fáa høvi til at rinnda eitt føroyagjald av tí skattskylduga avlopinum.

 

Tey, sum hava hug at vera við í eini slíkari skipan, skulu boða Taks frá, sum síðani dregur tað av lønini. Páll á Reynatúgvu skjýtur upp, at føroyagjaldið verður tvey prosent av lønini hjá fólki, og tvey prosent av skattskylduga avlopinunum hjá fyritøkum. Fyrstu ferð at tað skal fella til gjaldingar verður næsta ár.  

Samstundis skal landsstýrið á hvørjum árið gera avtalu við donskum stjórnina um at lækka ríkisveitingina til Føroya við somu upphædd, sum inntøkan verður av føroyagjaldinum. Men stendur inntøkan av Føroyagjaldinum í stað, ella minkar hon, skal ríkisveitingin kortini ikki hækka aftur.

 

Páll á Reynatúgvu sigur, at endamálið er at skipa føroyska búskapin á sjálvberandi fíggjarliga grund.  Eins og við kirkjuskattinum, fáa vit her møguleikan at taka støðu til, um vit vilja rinda eitt Føroyagjald ella ikki.

 

Hann sigur, at tað er stór óvissa um, hvussu stór inntøkan av føroyagjaldinum fer at geva. Men brúka vit 2020 sum dømi og allir føroyingar, og allar fyritøkur, melda seg til skipanina, høvdu 320 milliónir komu inn í føroyagjaldi. Men varð føroyagjaldið fimm prosent, høvdu inntøkurnar verið 800 milliónir.