- Soleiðis kunnu tey ikki fara við fólki. Tað sigur ein fortørnaður sjómaður í Suðuroy. Hann leggur ikki í at trína fram alment, men vit vita, hvør tað er. Og hann er ikki fegin um støðuna, sum er íkomin, eftir at Smyril fyrst skuldi sigla jóladag, men at siglingin síðani kanska verður avlýst í evstu løtu av ósemju um hýruna.
Hann kom heim tíðliga í desember, og skal mynstra umborð aftur 27. desember. Hann skal mynstra so mikið tíðliga 27. desember, at hann má fara úr Føroyum í seinasta lagi 2. Jóladag, og tí noyðist hann úr Suðuroy í seinasta lagi jólaaftansmorgun, tí eingin sigling er jóladag.
Men eftirsum hann ikki kundi vera heima jólaaftan kortini, fekk hann sær bara ein bíligan ferðseðil av landinum 18. desember. Men so bórust tíðindini um, at Smyril sigldi jóladag og tískil gjørdi hann av at broyta ferðaseðlarnar, so at hann kundi vera heima jólaaftan og ístaðin flúgva til Danmarkar tíðliga 2. jóladag.
Tað kostaði honum 3.000 krónur at broyta ferðaseðlarnar, ella næstan líka nógv sum øll ferðin annars kostaði. - Ætlanin var so at fara til Havnar við Smyrli jólamorgun, gista í Havn eina nátt og so flúgva tíðliga annan jóladag, sigur hann. Tí varð hann rættiliga argur, tá ið hann frætti í gjárvkvøldið, at nú verður kanska eingin sigling jóladag kortini. - Sum tað sær út nú, má eg úr Suðuroy tíðliga jólaaftansmorgun og so má eg finna mær gisting norðanfyri í tvær nætur, bæði jólaaftan og jóladag, til eg sleppi av landinum 2. jólamorgun, sigur sjómaðurin argur. - Hevði eg vitað, at hetta skuldi verða ein slík komedia, skuldi eg bara verið farin 18. desember, sum upprunaliga ætlað, leggur hann afturat.
|










