Soleiðis gongur við troli og gørnum

Sambært nýggjastu metingini hjá Fiskamarknaði Føroya koma fleiri skip, sum fiska við troli og gørnum, inn at landa í næstu viku.

 

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og væntandi er, at okkurt parið aftrat loysir um vikuskiftið.

 

Hóast vit eru komin út í september, eru tvey pør framvegis á gulllaksaveiði.

 

Orsøkin til, at gulllaksaskipini enn ikki eru givin, er, at bert tvey pør eru á hesi veiði í vertíðini í ár.

 

Longu í byrjanini av vertíðini tíðliga í apríl sakk Eysturbúgvin, og tað hevur ikki eydast at finna ein nýggjan makkara til Vesturbúgvan.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru á svartkalvaveiði, og teir koma væntandi inn at landa í næstu viku.

 

- Ein djúpvatnstrolari liggur við bryggju, og ein frystitrolari er í Eysturgrønlandi.

 

Av teimum smáu trolbátunum er ein á landleiðini, tveir eru á Skeivabanka, og tveir eru norðanfyri. 

 

- Allir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku. Teir hava eina blanding av toski, hýsu og flatfiski, og fiskiskapurin er brúkiligur.

 

Tvey garnaskip eru á svartkavaveiði og hava brúkiligan fiskiskap. Tvey fiska havtasku, men hesi hava misjavnan fiskiskap.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.