Í gjárkvøldið møttu fuglfirðingar einari heldur løgnari sjón á sandinum.
Fuglfirðingar høvdu fingið vitjan av umhvørvisaktivistum, og tey høvdu skriva neyðarróp við stórum bókstavum í sandin við tekstinum: »#FREE PAUL WATSON«.
Tey hava skrivað hetta í sandin í sambandi við, at Paul Watson er handtikin og varðhaldsfongslaður í Nuuk.
Sambært einum føroyingi á staðnum var talan um "ein bólk av Sea Shephard fólkum, og møguliga vóru aðrir Watson-fjeppaðar við. Tey vóru sivilklødd".
– Tey flugu við dronu ímillum húsini - gjørdu onkra upptøku. Eina løtu sá út sum um, at tey øll í einari rekkju, "heilaðu" við øðrum arminum upp í loft - omanfyri tekstin á sandinum, fortelur viðkomandi fyri okkum.
– Eg veit ikki so nógv annað enn, at tey skrivaðu "# FREE PAUL WATSON" í sandin, 'posaðu' óført til dronuupptøkurnar, og gingu síðani og mólu her í býnum, tóku myndir og annað.
Hvat siga fólk í Fuglafirði til hatta?
– Tað er ringt at meta um, hvat fólk siga til hatta. Summi halda, tað er láturligt og býttisligt, meðan onnur blíva ørg inná teirra uppførsil.
Hygg myndirnar her, sum ein kelda hjá okkum hevur tikið:
##med2##
LES EISINI: Macron heitir á Danmark um ikki at útflýggja Watson til Japan
##med3##
LES EISINI: Paul Watson: Bíða nú eftir japanskari umbøn um útflýggjan
##med4##
LES EISINI: Paul Watson handtikin í Grønlandi
Í Fraklandi er annars online undirskriftainnsavning á netinum, sum krevur, at Watson verður leyslatin, fingið fleiri túsund undirskriftir.
Aktivistarnir og stuðlarnir hjá Paul Watson royna at gera sína ávirkan við at brúka herrópið #FREEPAULWATSON aðrastaðni eisini - hygg bara her:
##med5##
##med6##
##med7##