Soleiðis fer skattalættin at ávirka tína løn

Samgongan sigur, at tað skal loysa seg at arbeiða meir, men formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at tað eru tey heilt skeivu, sum fáa skattalætta

Næsta ár ætlar samgongan at geva føroyingum ein skattalætta og í sama viðfangi verður barnafrádrátturin eisini hækkaður. Barnafrádráttin hækkar 2.000 kónur um árið fyri børn undir skúlaaldur og sostatt verður hann nú 11.200 krónur um árið. Samstundis hækkar hann 1.500 krónur um árið fyri børn frá 7 til 17 ár, soleiðis at hann verður 8.000 krónur.

 

Annars verður sjálvur skattalættin gjørdur soleiðis, at mørkini fyri, nær skatturin loypur upp á næsta stig, verður hækkað. Tað merkir, at skattastigin verður hækkaður.

 

Tað er trýst á arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsloysið er lítið og einki. Samstundis eru fleiri, sum ikki arbeiða fulla tíð og ein orsøk til tað er, at so stórur partur av eykainntøkuni fer í skatti, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Hann sigur, at tískil vilja tey broyta skattaskipanina so at tað fer at loysa seg enn betur at arbeiða. Talvan niðan fyri vísir, hvussu hetta fer at ávirka teir ymsu lønarbólkarnar. Eitt fólk, sum tjenar 23.000 krónur um mánaðin, fær 125 krónur meiri um mánaðin at liva av og ein, sum tjenar 30.000 krónur, fær 250 krónur meiri at liva av um mánaðin.

 

##med2##

 

Skattalættin fer at kostað 79 milliónir krónur í mistum landsskatti. Men ein partur av skattalættanum fer til nýtslu og tí væntar landsstýrið at níggju milliónir fara at koma inn aftur í øktum avgjøldum, og sostt verður veruligi kostnaðurin fyri landskassan, 70 milliónir krónur.

 

Umframt at lata føroysku familjunum ein lætta, er endamálið at gera tað meira eggjandi at taka eitt eyka tak, tí nú fer tað at loysa seg betur at arbeiða, sigur landsstýrismaðurin. Ein familja við tveimum børnum undir skúlaaldur, har foreldrini tjena 30.000 krónur um mánaðin hvør, fer at fáa 10.000 krónur meiri at liva av um árið og tað svarar til góðar 830 krónur um mánaðin.

 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, tekur undir við, at fólk við lágum inntøkum, og miðalinntøkum, fáa eina skattalætta. Men Annars heldur hann, at tað er tey heilt skeivu samfelagsbólkarnir, sum fáa skattalætta, tí tey, sum tjena undir 20.000 krónur um mánaðin fáa ongan skattalætta, men tey, sum hava tær heilt góðu lønirnar, fáa eisini skattalætta.