Tey 49 londini eru styrkismett soleiðis:
1. Týskaland, Spania, Rumenia, Russland, Ongland, Jugoslavia, Skotland, Italia og Noreg.
2. Bulgaria, Danmark, Kroatia, Portugal, Eysturríki, Frakland, Kekkia, Turkaland og Grikkaland.
3. Írland, Sveits, Svøríki, Ukraina, Litavia, Slovakia, Finnland, Ísrael og Georgia.
4. Pólland, Ungarn, Norðurírland, Bosnia-Hersegovina, Latvia, Makedonia, Kýpros, Wales og Ísland.
5. Hvítarussland, Slovenia, Armenia, Føroyar, Albania, Luxemburg, Moldova, Aserbadjan, Estland, Malta, Liktinstein, San Marino og Andorra.
Londini verða flokkaði í níggju bólkar ? fýra við seks londum í og í fimm við fimm londum í. Niðast styrkismettu londini verða drigin fyrst. Eftir at níggju teirra eru komin í hvønn sín bólk, verða tey fýra, sum tá eru eftir, drigin í hvønn sín bólk.
Hægst styrkismettu londini verða síðst drigin, og tað er greitt, at Týskaland, Ongland, Spania og Italia koma í bólkar, har tað bara verða fimm lond í hvørjum.
Belgia og Holland verða vertir fyri EM endaspælinum í ár 2000, og tey eru sjálvskrivaðir luttakarar og skulu tískil ikki taka lut í undankappingini.