Ford Ka bilurin, sum varð stolin gjáranáttinum, varð í nátt afturfunnin uppi á Oyggjarvegnum við Syðradalsskarð. Hann varð stolin uttan fyri bústaðin hjá Liljuni Weihe á Hoyvíksvegnum í Havn.
Á Facebook fegnast eigarin um, at bilurin kom afturíaftur so nøkulunda heilskapaður:
– So er bilurin funnin. Í haganum við Oyggjarvegin. Sigið so tað folks, Ford KA kann eisini brúkast sum offroadari! Tó eru skaðar komnir á botnin og sikkurt annað við, men hann koyrir. Takk tit fittu fólk, sum hava deilt eftirlýsingina hjá okkum, skrivar Liljan Weihe.
Hann var funnin uppi á Syðradalsskarði, har hann stóð fastur í einum runudíki. Óvist er, um hann hevur fingið skaða, men talan er ikki um stórvegis skaða, verður mett.
Løgreglan sigur, at tey hava eisini tikið mannin, sum hevði stolið bilin.
Sum info skrivaði í morgun, so fekk tjóvurin samvitskubit og boðaði sjálvur løgregluni frá, at hann hevði stolið bilin, og hvar hann var.
Hann hevur greitt løgregluni frá, at lyklarnir lógu í bilinum, og tí var lætt at taka hann.
Tað er ikki lógligt at lata lyklarnar liggja í bilinum, so tað fær eigarin bót fyri