181 landsliðsvenjarar, 182 landsliðsliðskiparar og 181 fjølmiðlaumboð atkvøddu fyri hvør skuldi vinna FIFA Ballon d’Or. Ímillum hesar vóru eisini tey føroysku umboðini, sum vóru Lars Olsen, landsliðsvenjari, Fróði Benjaminsen, landsliðsliðskipari, og Tróndur Arge, fjølmiðlaumboð.
Úrslitið gjørdist, at Cristiano Ronaldo vann sannførandi við 37.66% av atkvøðunum, meðan Lionel Messi og Manuel Neuer gjørdust nummar tvey og trý við ávikavist 15.76% og 15.72%.
Føroysku umboðini atkvøddu soleiðis:
Lars Olsen:
1. Cristiano Ronaldo
2. Arjen Robben
3. Lionel Messi
Fróði Benjaminsen:
1. Cristiano Ronaldo
2. Lionel Messi
3. Zlatan Ibrahimovic
Tróndur Arge:
1. Cristiano Ronaldo
2. Lionel Messi
3. Manuel Neuer