Soleiðis verður spælt í Champions League

Stórdystir verða millum ensk og spansk feløg í 1/8 finalunum í Champions League

Í morgun var lutakast til 1/8 finalurnar í Champions League fótbóltskappingini. 16 lið spældu seg víðari frá bólkaspælinum og í 1/8 finalurnar, har liðini spæla tveir dystir ímóti hvørjum øðrum – bólkavinnararnir hava heimadyst í seinna dystinum.

Dystirnir í 1/8 finalunum verða hesir:
Dortmund-Paris Saint-Germain
Real Madrid-Manchester City
Atalanta-Valencia
Atletico Madrid-Liverpool
Chelsea-FC Bayern München
Lyon-Juventus
Tottenham-RB Leipzig
Napoli-Barcelona

1/8 finalurnar verða spældar í februar og mars mánaði. Fyrru dystirnir verða spældir 18./19. februar og 25./26. februar. Seinni dystirnir verða spældir 10./11. mars og 17/18. mars. Vinnararnir av uppgerðunum fara víðari í 1/4 finalurnar.