Soleiðis verður spælt í Bosnia

Keypmannahavn: Í bólki 2 eru saman við Føroyum Ongland, Albania og Georgia, og verður spælt dag um dag móti londum um í nevndu raðfylgju. Fyrsti dysturin er móti Onglandi mikudagin.
Í bólki 1 eru londini Bosnia, Cypros, Estland og Armenia. Tey bæði bestu londini í hvørjum bólki spæla hálvfinalur og síðani finalu ella bronsudyst. Eisini verður spælt um lægri plaseringarnar, og eru øll liðini tí vís í at fáa fimm dystir í kappingini.