Bæði Rúsan og teir báðir stovnarnir, sum viðgera misbrúkarar, Heilbrigdi og Blái Krossur, mæla Løgtingum staðiliga frá at samtykkja uppskotið, tríggir tinglimir í samginguni, nú hava lagt fyri Løgtingið.
Magni Laksáfoss, løgtingsmaður hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at loyva bryggjaríunum sjálvum at selja alt tað tey framleiða, eisini sterkt øl og rúsdrekka. Sum lógin er nú, hava brýggjaríini bara loyvi at selja øl, sum er upp til 5,8 prosent, í sínum egnu sølubúðum, tí alt annað hevur Rúsan einkarrætt til at selja.
Tríggir tinglimir í samgonguni taka ikki undir við tí, men mæla ístaðin til eina millumloysn, har bryggjaríini sleppa at selja alt øl tey bryggja sjálvi, eisini sterkt øl Hinvegin skal Rúsan varðveita einkarrættin til at selja vín og sterkt rúsdrekka.
Les meiri um tað her: Rúsan skal missa einkarrættin til at selja sterkt øl
Men bæði Blái Krossur, Heilbrigdi, sum viðgera misbrúkarar, og Rúsan sjálv, mæla staðiliga frá, at uppskotið verður samtykt.
Í viðmerkingum, tey hava gjørt til uppskotið, eru tey samd um, at verður hetta samtykt, verður øl og rúsdrekka nógv lættari at fáa fatur á, tí so verður talið á rúsdrekkasølum tvífaldað í einum høggi.
– Hetta fer at máa støðið undan Rúsuni og ein máti at avtaka Rúsuna so líðandi og tað er eingin grund til at gera rúsdrekka lættari at fáa fatur á, og helst eisini bíligari at keypa, siga Sjúrður Knudsen, leiðari á Heilbrigdi og Rógvi A Fossádal, stjóri í Rúsuni.
Aldursmarkið fyri at kunna keypa rúsdrekka, er 18 ár, men bæði Heilbrigdi, og Rúsan, stúra fyri, at tað fer at verða verri hjá smáum, privatum sølustøðum, at halda hetta aldursmarkið.
– Privatar fyritøkur hava sjálvsagt vinning fyri eyga, og tí fer tað mest sannlíkt gera kappingina harðari og harvið eisini prísin fyri rúsdrekka lægri, leiðarin fyri Heilbrigdi afturat.
– Vit halda, at verandi rúsdrekkalóg er ein hóskandi karmur, sigur Jütta J. Olsen, leiðari á Blákrossheiminum
Rógvi A. Fossádal, stjóri í Rúsuni, heldur, at tað eru nógvar góðar grundur fyri at at varðveita Rúsuna. Og hann mælir frá, at grundarlagið spakiliga verður máað undan Rúsuni, tí Rúsan verður brúkt til at tálma nýtsluni við.
– Er tað ein røtt leið, at tað verður lættari at fáa fatur á ølið, og er tað ein røtt leið, at rúsdrekka verður selt saman við sodavtni, spyr hann.
Hann vísir á, at sleppa bryggjaríini at selja sterkt øl, og rúsdrekka, fara landsmyndugleikarnir at missa tamarhaldið á prísinum – og er tað yvirhøvir rætt at hava kapping ímillum almenn og privat um at selja rúsdrekka, spyr hann.
– Bryggaríini hava ikki krav um at geva eitt ávíst avlop, men tað hevur Rúsan, og tað fer at gera kappingina ímillum bryggjaríini og Rúsunaójavna, tí bryggjaríini kunnu sostatt hava bíligari øl og rúsdrekka enn Rúsan.
Hann vísir á, at Rúsan hevur eitt stórt úrval, men tað klára smá sølustøð ikki at hava. Handilsliga loysir tað seg best at selja tað, sum gongur best og smærri sølustøð fara kanska at hugsa meiri um vinning enn um at tálma nýtsluna.










