Soleiðis sær skúlin við Streymin út

Í góðveðrinum í síðstu viku vórðu nýggja dronumyndir tiknar av byggiøkinum við Skúlan við Streymin og lagdar út á heimasíðuna hjá Sunda kommunu.

 

Byggingin hevur verið nakað darvað av ringum veðri í desember, men nú er gongd komin á aftur arbeiðið, skrivar kommunan á heimasíðu síni. Í løtuni verður arbeitt við betong, kloakk og at binda jarn. Til várs ferð meir at síggjast tá byrjað verður at reisa bygningarnar.

 

Í desember varð undirskrivaður ein ískoytissáttmáli við Spf/Jóan Petur Vang, byggimeistara, har avtalað var at leingja byggitíðina inntil 31.desember 2019.