Í samráð við Edmund Joensen, løgtingsformann, Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, og Palla Gregoriussen, ber nú til hjá Sosialinum at almannakunngera tekningarnar av nýggja tinghúsinum, sum ætlanir er um at byggja á Eystaru Vág og á Bursatanga. Sambært ætlanunum kemur nýggja húsið at kosta 122 milliónir, sum verða fíggjaðar við, at býráðið í Havn keypir verandi tinghús við bygningum. Allir leggja dent á, at higartil hevur bert verið talan um ætlanir og forarbeiðið, og at ongin viðgerð ella avgerð er tikin í málinum enn.
- Vit hava arbeitt við hesum rættiliga leingi, og bara floksformenninir hava verið kunnaðir, saman við formansskapinum í Tórshavnar Kommunu, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður.
Nærri Tinganesi
Tað var formansskapurin í Løgtinginum, sum tók upp samband við Palla Gregoriussen, til tess at fáa hann at koma við einum útkasti til, hvussu tað kundi mann kundi fáa tingið tættari at gamla tingstaðnum Tinganes.
Ætlanin varð løgd fyri tinglimir fríggjadagin kl. 15, og kl. 19 vóru býráðalimirnir í Havn kunnaðir.
Edmund Joensen sigur við blaðið, at tað ofta hevur verið talan um at byggja eitt nýtt tinghús.
- Men seinast vóru mótmælini so nógv, at tikið var av einari aðrari loysn, sum eisini varðveitti gamla tinghúsið. Men tankin hevur ligið har alla tíðina, tí vit nøkta ikki tørvin hjá teimum fólkavaldu undir verandi karmum. Eitt nú við at hava hvør sítt lítla kontór, sigur Edmund Joensen.
Tignarlig loysn
Heðin Mortensen og Edmund Joensen siga báðir tveir, at tað hevur altíð verið ætlanin at Løgtingið skal hava eitt virðiligt hús, sum føroyingar kunnu vera stoltir av.
- Býurin hevur brúk fyri einum tignarligum tinghúsið, sum tekur seg væl út, sigur Heðin Mortensen, sum eisini hevur verið við í fyrireikingunum alla tíðina, við tí í huga at kommunan keypir bygningarnar hjá tinginum til virksemið hjá býráðnum. Hetta er í løtuni spjatt út um allan miðbýin.
- At eitt nýtt tinghús samstundis økir um virksemið í Miðbýnum, tá fleiri bygningar og høli verða tøk til annað virksemi, er bara ein fyrimunur fyri býin, sigur Heðin Mortensen.
- Soleiðis loysa vit eisini Meinigheitshúsið og gamla posthúsið til handils- og mentanarvirksemi, fyri ikki at nevna øll hølini, sum umsitingin húsast í nú, sigur Heðin Mortensen.
Spurningur um raðfesting
Hann vísir á, at ráðhúsið altíð verður ráðhús.
- Tað er frá 1894, og eigur at verða varðveitt, sum tað er. Kanska hevði tað verið hóskandi til borgmeistarakontór, sigur hann
Spurdur, um ikki kommunan hevur annað at brúka pengarnar til, sigur borgarstjórin, at hetta er ein spurningur um raðfesting.
- Her er talan um at brúka kanska einar 80 milliónir fyri at fáa alla umsitingina hjá býráðnum savnaða á einum stað. Men her er onki avgjørt, og málið hevur heldur ikki verið til viðgerðar enn, sigur Heðin Mortensen. Hann greiðir frá, hvussu umsitingin húsast nú:
Sosiala Deild heldur til í Meiarínum í Tórsgøtu. Tekniska deild og Byggi- og býarskipanardeildin eru í gamla posthúsbygninginum. Barna- og ungdómsdeildin eru yviri við køkubúðina. Roknskapardeildin er á Glade Hjørn, meðan starvsfólkadeildin eisini er á Vaglinum. So ongin ivi er um at vit húsast sera trongligt í býráðnum, sigur Heðin Mortensen.
--
Myndatekstir:
Vestantil verður eitt framhald av Áarvegnum út á Bursatanga. – Har fer at bera til at sita og njóta góða sólargangin og at keypa sær ein bita. Á veghæddini verður ein stór framsýningarhøll, sum fólk kunnu brúka, sigur Palli Gregoriussen, sum ynskir eitt livandi umhvørvi framman fyri nýggja tinghúsinum.
Ein løtt stál brúgv verður av Bursatanga og yvir í túnið í Skibssteds pakkhús. – Tankin er at byggja brúgv millum Tingið og Tinganes, sigur arkitekturin.
Bygningurin er í trimum hæddum umframt parkeringskjallara og loft. Í parkeringskjallaranum verður rúm fyri 52 bilum. Eitt stórt listaverk skal prýða sjálvan Bursatanga. Her við einum obeliski sum dømi.
Inni í salinum er ætlanin at tinglimirnir sita í einum hálvsirkli í trimum hæddum. Íblásturin kemur úr gamla Grikkalandi. Hann heldur, at hetta hevur verið ein sera spennandi avbjóðing, sum kann tilføra býnum nýtt lív.
- Her er talan um býarlív og býarbygging, sigur Palli Gregoriussen.
Teir tríggir, Palli Gregoriussen, Edmund Joensen og Heðin Mortensen siga allir, at Føroya Løgting er elsta ting í Europa.
- Tí skulu vit eisini tora at hugsa stórt, sigur Edmund Joensen, sum ikki ætlar at nýggja tinghúsið skal ávirka fíggjarlógina, men at tað verður kapitaliserað við sølu av gamla tinghúsi.