Í morgun er byggiloyvi hjá Varðanum Pelagic til viðgerðar hjá Tvøroyrar býráð, og í tí sambandið hevur in.fo fólk á staðnum.
Hendan myndin er tikin í morgun. Tað er vist, at sjónin hjá tvøroyafólki ikki er tespilig eftir ógvusliga eldin, sum kostaði nógvum fólki arbeiðsplássi.
Uppskotið, sum er til viðgerðar á Tvøroyri í morgun er, hvørt Varðin Pelagic skal fáa loyvi til at byggja virkið uppaftur, sum fór í eldinum. Mett verður, at tað bert er talan um avgreiðsluspurning, tí býráðið stendur helst saman um, at tað er umráðandi at endurbyggja virkið.