Soleiðis ljóðaði tað tá neistamenn koppaðu Kyndli

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði, tá Hilmar Jan Hansen segði frá seinasta minuttinum av grannauppgerðini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði, tá Hilmar Jan Hansen segði frá tí seinasta minuttinum av FTZ-grannauppgerðini millum Kyndil og Neistan, sum neistamenn vunnu 27-25 (14-12).

 

Talan er um fyrsta sigurin hjá neistamonnum á Kyndli í FTZ deildini hetta kappingarárið. 

 

Kyndil misti tvey avgerandi stig fyri at leggja trýst á liðini, sum liggja omanfyri teir á stigatalvuni. Neistin hinvegin byrjar spakuliga at koma upp har, sum tað er stuttligt at verða.

 

Uppi í Hoyvíkshøllini vann H71 35-16 (16-6) á Team Klaksvík. 

 

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71143883097923
2VÍF144223606219
3KÍF143663452118
4Kyndil153983762217
5Neistin15372389-1714
6StÍF15412424-1210
7Team Klaksvík15308463-1551