Soleiðis ljóðaði tað tá Føroyar vunnu á Montenegro

(Frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði, tá Hilmar Jan Hansen segði frá málunum, sum góvu Føroyum sigurin ímóti Montenegro

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá málunum, sum Eyðvør Klakstein og Birita Nielsen skutu fyri Føroyar, tá Føroyar vunnu 2-1 á Montenegro.

 

Liljan av Fløtum var viðmerkjari, og vit hoyra eisini Liljuna og Hilmar Jan taka samanum dystin.

 

Nú bíðar bólkafinalan ímóti Turkalandi, sum vann 3-0 á Montenegro. Turkaland er stórur favorittur at vinna á Luksemborg í dystinum, sum byrjar klokkan 19.30. 

 

Einki samband var við Tórsvøll, tá Montenegro skoraði til 1-0, men týdningarmiklari var, at samband var, tá Føroyar skoraði.