? Soleiðis kunnu tit ikki fara við fólki

? Verða útlendskir granskarar viðfarnir sum eg, fara teir at missa hugin at gera kanningar í Føroyum, sigur Ulrike Steuerwald

 

? Eg eri kedd og illa við av tí ógvusliga málburði, sum eg havi verð úti fyri.

Hetta sigur týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, sum er meldað til løgregluna fyri ólógliga gengransking, í einum brævi, sum hon fyri jól sendi Almanna- og Heilsumálastýrinum.

Hetta brævið skrivaði hon, eftir at kanningarnar hjá henni vórðu steðgaðar av Vísindasiðsemisnevndini.

Ulrike vísir til ein fund við Vísindasiðsemisnevndina, har hon metti málburðin verða harðan og ófólkaligan. Sama sigur honum eitt bræv, sum er send Landslæknanum um málið.


Vil ikki verða handtikin

? Um aðrir útlendskir granskarar verða viðfarnir soleiðis, fara teir at missa hugin fyri at gera kanningar í Føroyum, skrivar Ulrike í brævinum, sum Sosialurin hevur fingið hendur á.

? Eg havi stóra samkenslu við teimum avvarðandi hjá sjúklingunum, men eg vóni ikki, at eg verði fyri slíkari viðferð aftur, skrivar týski granskarin í brævinum.

Hon vónar, at málið kann verða loyst sum skjótast, so hon kann halda fram við arbeiðnum uttan at óttast fyri, at hon verður handtikin, tá hon kemur aftur til Føroya.

Ulrike Steuerwald kemur aftur til Føroya mánadagin.