Kjakið um nýggja fiskiveiðiskipan, sum hevur verið og framvegis er heitt í Føroyum, líkist nógv tí kjaki, sum er í grønlendskum miðlum, nú eisini grønlendska landsstýrið arbeiðir við einari nýggjari fiskivinnulóggávu.
- Um nýggja fiskivinnulógin verður samtykt, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri samfelagsbúskapin, staðfestir stjórin í felagnum, Angunnguaq A/S, Hanseeraq Enoksen.
Hann heldur, at tað var eitt satt politiskt meistaraverk, tá politiski myndugleikin í Grønlandi í 1990 gjørdi kvoturnar ótíðaravmarkaðar og umsetiligar.
- Hetta var í einari tíð, tá vit vóru nær húsagangi. Avgerðin vísti seg at “kickstarta” og effektivisera fiskivinnuna, sum so aftur vísti vegin úr slítandi búskaparkreppuni, sigur stjórin.
Hanseeraq Enoksen vísir á, at tað nyttar einki við eitt-ára-kvotum, tá tú skalt í bankan at biðja um fígging til skip við tvey og trísiffraðum miljónatølum.
- Tað vera fæstu íleggjarar, sum fara at kenna seg tryggar við, at alt vinnugrundarlagið kann broytast fundamentalt við stuttari ávaring.
Stjórin vísir á, at metingar hjá serfrøðingum siga, at kredittvirðið hjá fiskiflotanum fer at fella við meira enn tveimum miljardum krónum eftir teirri skipan, sum landsstýrið arbeiðir við at fremja.
- Tað krevur ein óvanligan naivitet at trúgva, at ætlaðu broytingarnar ikki fara at fáa álvarsligar avleiðingar fyri samfelagsbúskapin, sigur hann.
Hanseeraq Enoksen sigur, at tað, sum fer at standa eftir, tá ein slík skipan verður sett í verk, er, at reiðaríir missa sítt kappingarføri, og avleiðingarnar verða ógvusligar.
- Samfelagið fer hvørt ár at missa fleiri hundrað miljónir í skattum og avgjøldum, sum annars skulu fíggja alla okkara vælferð, sigur stjórin, sum at enda spyr, um fólk longu hava gloymt, hvussu nær Grønland var húsagangi í 1990.










