Soleiðis innflytur tú lógligt hassj til Føroyar

Myndugleikarnir hava forsømt at typt eitt hol, sum gevur misnýtarum at kalla frítt spæl at fáa hassj til Føroyar

Tað er ólógligt at smugla hassj til Føroya.

Tað vita øll.

Men kortini ber tað væl til at fáa hassj til Føroyar, uttan at bróta lógina upp á nakran sum helst máta.

Tað eru myndugleikarnir, sum higartil hava forsømt at typt eitt hol, sum gevur rúsevnamisnýtarum at kalla frítt spæl at fáa hassj til Føroya.

Støðan er nevniliga tann, at hóast tað er ólógligt at smugla hassj til Føroya, er tað fult lógligt at innflyta fræ til hassjplantuna til Føroyar.

Hetta er ein støða, sum javnan og savnan setir bæði tollarar og løgregluna í eina heldur pínliga støðu.

Tollvaldið kemur av og fram á hassjfræ, sum verður flutt inn til Føroyar, men sum lógin er nú, hava tollararnir onki annað val enn at lata ta sleppa inn í landið.

- Hetta er eitt sindur løgin støða at vera í hjá einum tollara, men vit hava onki væl uttan at lata tað fara. Vit vildu helst kunna lagt hald á tað, men tað kunnu vit ikki, tí tað er ikki ólógligt, staðfestir Kjartan Dam Joensen, yvirtollari.


Oftari og oftari

Eisini løgreglan heldur, at støðan er eitt sindur undarlig.

- Tað er eitt sindur býtt, at tað skal vera lógligt at innflyta hassjfræ til Føroyar, heldur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni.

Bæði Bergleif Brimvík og Kjartan Dam Joensen siga, at tað kemur fyri viðhvørt, at tey finna fræ til hassjplantuna.

Løgreglumaðurin sigur, at tað kemur oftari og oftari fyri at tey finna fræ til hassjplantuna.

Yvirtollarin sigur, at tá ið teir hava funnið av fræ til hassjplantuna, hevur tað verið í postinum.

Í summum førum er tað bílagt á alnetinum.

Men tað er ikki ólógligt at innflyta fræ til Føroyar, heldur ikki fræ til hassjplantuna og tí hava teir ongan møguleika, uttan at lata tað fara til móttakaran.


Ólógligt at dyrka

- Tað er ikki fyrrenn, at hassjfræið verður plantað og dyrkað, at tað verður ólógligt. Við røttum hita og røttum umstøðum annars, ber annars væl til at fáa fræið at veksa í Føroyum.

Bergleif Brimvík sigur, at tað kemur javnan fyri, at løgreglan kemur fram á hassjplantur heima hjá fólki, men so verða tær tiknar og eigarin ákærdur.

-Vit hava lagt hald á rættiliga fitt av hassjplantum og onkur er eisini dømdur fyri at dyrka hassj heima, sigur Bergleif Brimvík.


Forsømt at typpa holið

Bergleif Brimvík og Kjartan Dam Joensen siga, at orsøkin til, at vit eru í hesi støðu, er, at myndugleikarnir hava forsømt at seta hassjfræ á listan yvir evni, sum tað er ólógligt at innflyta til Føroyar.

Men teir eru báðir samdir um, at tað eigur at verða gjørt, ongantíð ov skjótt.

Hvørgin teirra dugir at síggja nakað høpi í, at tað skal vera lógligt at innflyta hassjfræ til Føroyar.

- Hetta er sama støða, sum vit í fyri nøkrum árum síðani, tá ið tað var fult lógligt at innflyta lutir at tuna prutl við.

- Tað var fult lógligt at innflyta tuningssett til Føroya, men tað var bara ólógligt at brúka tey.

- Tað er akkurát sama støðan við hassjfræðnum: Tað er fult lógligt at innflyta, men tað er ikki loyvt at brúka tað.


Lógin má endurskoðast

Hetta skilja løgreglumaðurin og tollarin ikki, tí endamálið við at flyta hassjfræ til Føroyar, kann bara vera eittans og tað er at dyrka tað fyri at vinna rúsevni burtur úr, bæði tað mildara marijuana, hassj og skunk, sum er væl sterkari.

Ella sum onkur speiskliga hevur tikið til: Hetta er ikki ein planta, sum hóskar seg væl til pynt í stovuvindeyganum, tí hon krevur bæði nógv ljós og hita, so tað er neyvan endamálið við at innflyta hassjfræ til Føroya.

Eisini Heri Mørkøre, landsapotekari, heldur, at lógin um rúsevni eigur at verða dagførd, tí alt hetta økið er í stórari broyting.

Hetta er ikki minst galdandi fyri tey evni, hann kallar “forevni”.

Tað eru tey evni, sum skulu til fyri at framleiða rúsevni.

- Tann støða, vit eru í nú, er eitt dømi um, at tá ið tað snýr seg um at berjast ímóti rúsevnum, snýr tað seg ikki um at seta forboð ímóti evninum sjálvum. Tað snýr seg eisini um at seta forboð ímóti tilfari og evnum, sum verður brúkt at framleiða rúsevni burtur úr, sigur hann

- Í hesum føri verður hugsað um fræ til hassjplantur.

- Tað er heilt burturvið, at tað skal vera lógligt at innflyta hassjfræ til Føroyar og okkara tilráðing er, at myndugleikarnir dagføra lógina, so at fræið kemur á listan yvir ólógligan innflutning og tað ongantíð ov skjótt, sigur Bergleif Brimvík.

Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá landsstýriskvinnuni í innlendismálum, Anniku Olsen, áðrenn blaðið fór til prentingar.

Les eisini greinina: Stríðið ímóti rúsevnunum í Føroyum er afturútsiglt og greinina: Løgreglan heldur stand í stríðnum ímóti rúsevnum. 

Les eisini greinina: Løgreglan heldur stand í stríðnum ímóti rúsevnunum og greinina: Stríðið ímóti rúsevnum í Føroyum er afturútsiglt