Soleiðis gongur við ætlaðu stórhøllini í Hoyvík

"Føroyar Arena" skuldi loysa trupulleikan hjá hondbóltslandsliðnum, soleiðis at Føroyar kunnu hýsa altjóða dystum - men enn er eingin høll komin

Áðrenn kommunuvalið í 2019 snakkaði táverandi valevnið Tróndur Sigurðsson nógv um at lata eina stóra ítróttarhøll byggja í Hoyvík, sum kundi hýsa altjóða hondbóltsdystum og øðrum. 

– Føroya Arena er ikki eitt vallyfti, men ein ítøkilig ætlan, ið komandi býráð eigur at gera sítt til at fáa framt í verki, segði Tróndur Sigurðsson tá - les alt lesarabrævið HER. 

Men enn hava vit einki hoyrt nakað um hesa ætlan, sjálvt um býráðið hevur sitið í góðar fýra mánaðir. 

Og tað eru fleiri, ið eftirlýsa eina stórhøll. Tí sum nú er, ber ikki til hjá Føroyum at hýsa altjóða hondbóltsdystum av tí at eingin høll í Føroyum lýkur tey altjóða krøvini. Tað hevur tó verið eitt undantak nú orsakað av koronu. 

LES EISINI: – Hetta vísir tørvin á einari nýggjari stórhøll

– Vit vilja sjálvandi finna eina loysn. Men vit eru øgiliga bundin av íløguni um langhylin, sum fyllir nokkso nógv, sigur Tróndur Sigurðsson, nú vit spyrja hann, hvussu líður við Føroyar Arena.

Býráðslimurin dugir ikki at svar uppá, um tað verður sama projekt, sum hann tosaði fyri áðrenn valið - altso Føroyar Arena.

– Tað er eitt sindur for tíðliga at siga nú, sigur hann.

Annfinn Brekkstein er formaður í Mentamálanevndini, sum varar av økinum, og hann sigur soleiðis:

– Tað stendur í samgonguskjalinum, at vit skulu fara í holt við at fyrireika eina stórhøll. Men meira hava vit ikki gjørt enn, má eg viðganga.

– Ætlanin er at hyggja upp á tað, men tað klára vit ikki í ár. Tað er jú stórur kapitalur, sum skal reisast, sigur Annfinn Brekkstein, sum ikki hevur nakað boð uppá, nær farið verður í holt við eina stórhøll.

– Vit mugu gera nøkur onnur ting fyrst. Eldraøkið og dagstovnaøkið má raðfestast. Mann kann ikki gera alt í senn, sigur hann.

Tørvur er á einari høll

Báðir býráðslimirnir halda tó, at tørvur er á slíkari stórhøll.

– Tað er alneyðugt, at vit fáa eina stórhøll, tí tað haldi eg, hondbóltslandsdystirnir seinastu dagarnir hava prógvað. Tað er pínligt, at vit skulu uttanlands at spæla landsdyst. Tað hevur verið fantastiskt at sæð liðið spælt her, so týdningurin av einari nýggjari høll kann næstan ikki gerast upp í pengum, sigur Tróndur Sigurðsson.

– Krøvini broytast, og vit mugu eisini liva upp til tey krøvini við fara í gongd við at gera eina stórhøll, sigur Annfinn Brekkstein.