Aldrin áður hava so nógv fólk vitjað Býarbókasavnið í Havn sum í 2015, tá 138.500 fólk vitjaðu. Hetta var ein vøkstur á 16 prosentum frá undanfarna ári, tá 119.000 fólk vitjaðu bókasavnið.
Býarbókasavnið vísir til fleiri orsøkir, ið kunnu hava verið viðvirkandi til góðu gongdina. Harímillum verður víst á, at tað serliga vóru í mars og í summarmánaðunum, at nógv fólk vóru á vitjan.
- Ein partur stavar frá ferðafólki, sum vitjaðu í sambandi við sólarmyrkingina, og teimum, sum vóru við mongu stóru cruiseskipunum í summar. Ein stórur partur stavar frá ólavsøku, tá ið Býarbókasavnið og kaféin høvdu opið, og fleiri tiltøk vóru.
Eisini sæst barnavalið, sum var hildið í sambandi við løgtingsvalið, aftur í økta talinum av vitjandi í august, skrivar Býarbókasavnið í tíðindaskrivi.
Harumframt verður víst til, at upplatingartíðirnar í 2015 vórðu víðkaðar við 22 tímum um vikuna, umframt fleiri nýggj tilboð til lesandi, ið kunnu vera orsøkin til vøksturin í vitjanum.
Hóast økta talið av vitjanum, so kann ikki sigast, at tað sæst aftur í útláni. Býarbókasavnið upplýsir nevniliga, at ein lítil øking var í talinum av skrásettum lánarum, men samlaða útlánið av bókum og øðrum útlánstilfari er mestsum óbroytt í 2015 í mun til 2014.

Sólarmyrkingin og ólavsøkan góvu framgongd





