Allastaðni verður gjørt burturúr sólarmyrkingini tann 20. mars 2015.
Á Sandi verður eittnú skipað fyri stovukonsert. Tað eru tey bæði í bólkinum MonkeyRat, Anna Iachino og Arnold Ludvig, ið fara at framføra. Tveyeini kalla tey seg MonkeyRat Duo.
Konsertin er í tveimum. Fyrst spælir Arnold solobass og síðani fara tey bæði í MonkeyRat at framføra.
Hetta hendir í stovuni á Heimasandsvegi 54 tann 20.mars klokkan 20.