Nú fórst tú góði vinur vár
ta evstu foldarferð,
tí renna stríð nú sorgartár,
nú meira tú ei er.
Tú vart so drúgvur for oss øll
í tíni góðu gerð,
har vælaspor um víðan vøll
nú mynda tína ferð.
Tú vinur tína vina var,
tín hond var altíð nær
við hjálp til góðan verndargarð,
ið bygdi borð, sum bar.
Títt heim var føgur fyrimynd
for oss, sum sakna teg,
nú lokað er tín lívsins lind
á virknum foldarveg.
Um lív títt bráðan enda fekk,
so livir ljós tín lund,
har tú sum vinur við oss gekk,
til feigd tær beyð á fund.
---
Vit syrgdu sáran dagin tann,
Lorensa fór um sýn
at reiða ból for børn og mann,
við bjørtum brúðarlín.
---
Um tómt nú kennist barndómsheim,
tit tríggjar skulu vita,
at tey, sum kyndu grúgvueim
enn kunnu tykkum hita
við kærleika sum fjálgur enn
man móti tykkum renna,
so tit við alsk til tykkar menn
av nýggjum lívið menna.
Tit eigi við várt vinalag
úr tykkar hugnaðheimi
hvørs hiti oss so mangan dag
gav lív úr grúgvueimi.
---
Við tøkk for alt, sum lív títt gav,
nú virkið lív er liðið,
og ferð er gjørd um lívsins hav,
vár vinur: “Hvíl í friði.”
Unna & Petur Martin