Sørvágs kommua víðkar um vinnuøkið við 18 stykkjum

Í næstum fer stór útbygging fram á vinnuøkinum á Hálsi, tá ið 18 stykki leggjast afturat teimum verandi 13. Økið sum verður lagt afturat er 44.000 m2, og tað er J&K sum stendur fyri arbeiðinum at planera.

So skjótt sum øll loyvið eru komin uppá pláss verður arbeiðið sett ígongd, og væntandi verður klárt at byggja um eitt ár er ella so.

Tey 18 stykkini sum verða løgd afturat verandi øki, eru í stødd millum 1.200 og 2.000 m2, skrivar Sørvágs kommuna á síni heimasíðu.

 

Søgan hjá vinnuøkinum byrjaði fyri jól í 2006 tá teir fyrstu 21.000 fermetranir vóru planeraðir. Árið eftir varð fyrsta høllin reist, og tað var Berg Rasmussen, sáli, sum bygdi og átti høllina. Tann høllin hevur skift eigara nakrar ferðir, og nú húsast flutningsfyritøkan Eur-Express har.

 

Virksemið er stórt í kommununi, og í fjør hendi tað, at seinastu fimm stykkini á vinnuøkinum vórðu seld. Tí er týdningarmikið, at farið verður undir hesa víðkanina nú, so at aðrar fyritøkur fáa møguleika at leggja sítt virksemi í einum øki sum er í rívandi menning og við góðum vakstrarmøguleikum. Virksemið er fjølbroytt, og pláss verður fyri enn meira fjølbroytni. Kommunan heilsar virkandi í vinnuni vælkomin vestur.

 

Flogvøllurin og Hotel Vágar, ið er nærmastu grannar, eru eisini í fullari ferð við um,- og útbyggingum, eins og ein flogsimulator-skúli verður veruleiki um eitt ár, skrivar Sørvágs kommuna.