Søren Pape Poulsen ætlar at vera forsætisráðharri

Blái vongur í Danmark fer at hava tvey valevni til forsætisráðharrasessin: Ellemann-Jensen úr Vinstra og Pape frá teimum Konservativu.

Formaðurin hjá teimum Konservatives, Søren Pape Poulsen, hevur í morgun boðað frá, at hann ætlar sær at gerast forsætisráðharri í Danmark. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Formaðurin hjá teimum Konservativu í Danmark, Søren Pape Poulsen, hevur í drúgva tíð ikki viljað sagt, um hann fer eftir forsætisráðharrasessinum eftir næsta val. Men á tíðindafundi í morgun gjørdi hann greitt, at hann ætlar sær at gerast forsætisráðharri.

– Vit skulu ansa væl eftir Danmark, virðum okkara og samleika okkara. Tað fari eg til val uppá, og tað geri eg sum forsætisráðharravalevni, segði Pape.

– Tá eg boði frá hesum, er tað tí, at eg haldi, at eg havi tað, sum skal til, og at eg eri tann besti til tað.

– Tað týdningarmesta er at fáa eina borgarliga stjórn og at koppa Mette Frederiksen. Eg haldi, at veljararnir kunnu fyrihalda seg til tvey valevni. Eg haldi, tað er í fínasta ordan, at tað eru tvey borgarlig valevni, sigur Pape.

Næsta fólkatingsval skal vera í seinasta lagi 5. juni næsta ár, men í Danmark verður hildið, at Mette Frederiksen kann fara at skriva út val heilt skjótt. 

Orsøkin til tað er millum annað, at stuðulsflokkurin hjá stjórnini, tey Radikalu, í summar støðugt hava hótt við at koppa stjórnina, um val ikki verður skrivað út í seinasta lagi 4. oktober, tá Fólkatingið kemur saman.

Pape sigur millum annað, at hann ikki vil vera tann politikarin, sum fer at geva flest pengar til eitt nú vælferðina.

Men hann heldur, at almenni geirin kann rekast betri, so góðskan ikki bara er treytað av fleiri pengum.

– Almenni gerin krevur meira og meira. Hvørja ferð halda vit politikarar, at alt kann loysast við meira skjalfestin, fleiri pengum, puljum, fleiri reglum.

– Tað er ikki eydnast okkum sum samfelag, tá tey eldru ikki verða viðgjørt ordiliga. Tá vit ikki hava nóg mikið av umsorgan og sjálv kunnu velja røkt, sigur Pape.

Hann sipar eisini til trupulleikarnar innan útlendingapolitikkin.

– Tá vit hava tær ætlanir, so haldi eg, at tað rætta er at seta seg við borðendan. Tað er tí, at eg fegin vil gerast forsætisráðharri. Eg fari at taka ábyrgd fyri heildini, og eg kann samstarva. Eg haldi, at eg kann fáa endarnar at hittast, sigur Pape.

/ritzau/

 

Formaðurin hjá teimum Konservatives, Søren Pape Poulsen, hevur í morgun boðað frá, at hann ætlar sær at gerast forsætisráðharri í Danmark. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix