Sølvi vil upplýsa heldur enn ávirka avgerðina

Sølvi Reinert Hansen, sum er limur í altjóða oyggjaleikanevndini, ætlar sær ikki at ávirka viðgerðina av føroysku umsóknini um vertsskap

Føroyar hava sent formliga umsókn til felagsskapin International Island Games Association (IIGA) um at hýsa Oyggjaleikunum í 2019, og nevndin í IIGA skal frameftir viðgera umsóknina.


Ein av limunum í altjóða oyggjaleikanevndini er Sølvi Reinert Hansen, fyrrverandi forseti í Ítróttarsambandinum. Nevndin í IIGA hevur seks limir, men afturat teimum er eisini umboð fyri vertsoyggina til komandi Oyggjaleikir og tveir serliga ráðgevandi limir innan heilsu- og lógarmál.  Eisini er aðalskrivarin knýttur at arbeiðnum hjá nevndini.


Formaður í nevndini hjá IIGA er álendingurin Jørgen Pettersson, og varaformaður er James Johnston úr Hetlandi.


- Nevndarlimirnir eru ikki valdir at umboða nakra ávísa oyggj, og skulu vit tí vera óheftir. Eg havi tó valt, at tá viðurskifti, ið hava við Føroyar at gera, verða umrødd, haldi eg meg mest møguligt til at svara, um spurningar verða reistir, sigur Sølvi Reinert Hansen.


Og tað verður ikki hann, sum fer at ávirka viðgerð av og avgerð um føroysku umsóknini um vertsskapin í 2019.

- Eg royni avgjørt at lata vera við at ávirka útyvir at útgreina viðurskiftini í Føroyum, um ivamál eru. Annars kann sigast, at nevndin sjáldan tekur avgerðir við atkvøðugreiðslu. Heldur verða mál viðgjørd væl og virðiliga, og síðan verður ein avgerð tikin í felag, sigur hann.


Sølvi Reinert Hansen heldur, at Føroyar hava góðan møguleika at fáa Oyggjaleikirnar í 2019.

 

- Seinastu árini er leisturin, tá bjóðað verður uppá Oyggjaleikirnar, broyttur. Fyrr kappaðust oyggjar um at vinna rættin at fyriskipa leikunum, men nú verður miðað eftir, at áhugaðar oyggjar bjóða uppá leikirnar eftir tørni. Føroyar verða mettar at eiga tørn í 2019. So í so máta hava Føroyar góðar møguleikar at fáa vertsskapin til Oyggjaleikirnar í 2019 við tí umsókn, sum er latin inn. Tó skal havast í huga, at reglurnar hjá IIGA krevja, at ein vertsoyggj bjóðar fram 12-14 av teimum 18 ítróttagreinunum á Oyggjaleikunum, sigur Sølvi Reinert Hansen.

 

Føroyar hava latið umsókn við fyrivarni til IIGA, tí Føroyar siga seg í løtuni bert kunna skipa fyri kapping í 11 ymiskum ítróttargreinum, men minsta kravið er 12. Ætlanin hevur verið og er, at golf skal verða 12. ítróttargreinin, men framvegis er óvissa um nýggja golfvøllin, sum brúk er fyri.


Komandi tíðina skulu fólk hjá IIGA viðgera og greina føroysku viðurskiftini, men formliga viðgerðin av umsóknini verður í mars, tá ið nevndin í IIGA hevur fund á Jersey.