Fyrsta dagin fer Landssjúkrahúsið aftur at søkja eftir einum serlækna í gikt.
Ein serlækni er nýlia settur, og hann byrjar í starvinum tann 1. juli. Men Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at tað skulu vera tveir serlæknar í gikt á Landssjúkrahúsinum og í næstum verður so søkt eftir lækna til starvið, sum nú er leyst.
Hetta er starvið, sum Pero Sore, sum hevur verið serlækni í gikt, segði seg úr, herfyri.
Pero Sore, hevur sagt seg úr starvi, tí hann var ónøgdur við arbeiðsumstøðurnar. Hann hevur nevnt fleiri viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, áðrenn hann kann taka við starvinum aftur.
Ein høvuðstreyt var at fáa ein nøktandi sáttmála við Heilsutrygd, men tað hevur hann ikki fingið. Hinvegin vildi hann eisini helst, at ein serlækni í gikt verður settur í starv á Landssjúkrahúsinum.
Úrslitið varð, at Karsten Hansen flutti pening frá Heilsutrygd til Landssjúkrahúsið at fíggja ein ein giktlækna afturat, og síðani varð søkt eftir lækna. Ein umsókn kom til starvið. Talan var um ein dana, sum nú er settur í starvið, og byrjar 1. juli.
Og nú verður so søkt eftir einum giktlækna afturat til starvið, Pero Sore hevði, sigur lanfsstýrismaðurin.