Ongantíð fyrr hevur verandi heimsmeistarin tapt báðar teir fyrstu dystirnir í eftirfylgjandi HM endaspælinum. Kili vann 2-0 á Spania, sum nú kann pakka kuffertini og fara heim úr Brasil. Í Spania stríðast tey við at skilja hvat er hent. Spania hevur í seks ár verið einaráðandi í landsliðsfótbólti, men tíðin hjá spanska landsliðnum á toppinum er fyribils komin til ein enda.
HM tíðindi: Símun í familju við HM spælara
Holland er víðari úr bólki B, eftir at teir vunnu á Avstralia. Talan bleiv ikki um nakran lættan og sannførandi sigur, tí eitt skifti var Avstralia á odda 2-1.
Í bólki A van Kroatia heili 4-0 á Kamerun, sum fór totalt í upploysn. Í fyrra hálvleiki fekk Alex Song eitt tápuligt reytt kort, tá hann sendi albogan í ryggin á mótstøðuspælara. Dómarin sá hendingina og vísti floppinum hjá Barcelona út av vøllinum.
Tað endaði við 4-0 og móti dystinum kókaði yvir, tá spælararnir hjá Kamerun innanhýsis fór at stútast og skeldast. Kroatia og Meksiko møtast í triðja umfarinum í bólkaspælinum. Ein dystur, sum avgerð hvør av teimum kemur víðari. Hest vinnur Brasil á Kamerun og kemur víðari.