- Eg eri errin. At loyva samkyndum pørum at giftast, fer at styrkja hetta landið.” Hetta segði bretski forsætisráðharrin, David Cameron, við Pink News. Á Miðnátt kundu samkyndir Bretar og Walisar nevniliga giftast eftir eitt stríð, ið hevur fevnt um fleiri ártíggju.
- Á fyrsta sinni kunnu tey pør, ið giftast, eisini vera tveir menn og tvær kvinnur. Ikki bert kvinna og maður. Tað hevur ikki longur týdning, hvørt tú ert hinskyndur ella samkyndur – staturin fer at viðfara øll á jøvnum fóti, sigur David Cameron víðari í kunngerðini.
»Eitt tryggari land«
Eisini formenninir í hinum flokkunum hava sýnt gleði mótvegis broytingini. Millum annað segði formaðurin hjá Liberalu Demokratunum, at
- Bretland fer at vera eitt øðrvísi land. Um hendan broyting inniber, at samkynd fara at kenna seg tryggari, so hevur tað verið stríðið vert at arbeiða saman við stjórnini,« sigur Nick Clegg.
Eisini formaðurin í arbeiðaraflokkinum er fegin.
- Hetta er ein gleðilig tíð fyri nógv samkynd pør, sum loksins kunnu giftast. Hetta er eisini ein gleðilig tíð fyri land okkara, sigur Ed Miliband
Bretska kirkjan góðtekur støðuna, men tó
Erkibiskupurin av Canterbury, Justin Welby, segði við fríggjanáttina, at bretska kirkjan ikki longur fer at stríðast móti samkyndum hjúnarløgum, sum Parlamentið annars vildi vera við.
- Lógin er broytt, og vit góðtaka støðuna, segði hann við BBC.
Eitt av fyrstu pørunum, ið gagnnýttu lógarbroytingina vóru Peter McGraith og David Gabreza. Teir hava verið í parlagi í seytjan ár. Teir hava tó ikki rætt til at verða vælsignaðir í einari kirkju. Lógin gevur nevniliga ensku kirkjuni ein fyrimun í hesum.
- Enska kirkjan livur í teirri trúgv, at hjúnarlagið er millum mann og kvinnu alt lívið, sigur biskuppurin av Norwich.
Kelda: BBC