So verður gallakvøldið

Leygarkvøldið er kvøldið, tá hondbóltsfólkini fara at minnast á júst lidna kappingarárið

Hondbóltsgalla

Kyndil og Stjørnan gjørdust meistarar. Tann spurningurin kann so ikki diskuterast.
Men fyri tað eru helst nógv onnur ivamál, sum hondbóltsfólk kring landið vilja loysa, og leygardagin hava tey so eisini møguleikan til hetta.
Klokkan 19.00 leygarkvøldið byrjar árliga gallakvøldið hjá hondbóltinum nevnliga, og einki er at ivast í, at tað eru fleiri av teimum, sum eru farin í summarfrí, ið gleða seg til hetta kvøldið.

Satsa-verturin skal stýra
Í ár er tað H71, sum skipar fyri kvøldinum, sum skal haldast í nýggjaru høllini í Skúlanum í Hoyvík. Og tá vit hóskvøldið fregnaðust, hvussu undirtøkan mundi vera, tóktust tey at lata heilt væl at.
Á leið 150 fólk hava boðað frá luttøku, og sum skilst er hetta væl spjatt. Soleiðis at sklija at talan verður um hondbóltsfólk úr øllum feløgum, fleiri dómarapør eins og umboð fyri Hondbóltssambandið og fjølmiðlarnar verða á staðnum.
Fyrsti stóri parturin av kvøldinum fer sjálvandi við borðhaldinum, sum í ár verður skipað sum ein stórsligin buffét. Undirhald og stýring skal sjálvandi eisini til, og at stíla fyri hesum hava hoyvíkingar fingið fatur á Hera Jacobsen. Hann man annars mest vera kendir frá starvinum sum útvarpsvertur um summarið, og sum Satsa-vertur er hann vanur at vera í leiklutinum sum dómari. Men spurningurin er so, hvørt royndirnar í hesum kunnu nýtast til at halda skila á 150 hondbóltsfólkum.
Hæddarpunktið undir borðhaldinum verður sjálvandi, tá steypini til tey, sum eru kosin ársins bestu, verða latin. Góð orð fara ivaleyst eisini at falla á vegnum til tey, sum trína fram eftir skreytinum, og lógvabrestirnir plaga ikki at vera fáir í tali.
Seinni um kvøldið verður dansur, soleiðis at beinini kunnu strekkjast nakað eftir góður bitarnar, og einki er at ivast í, at tað síðani verða skift nógv orð um, hvørt talan nú var um yvirtraðk ella ikki og brotskast ella ikki í nøkrum av teimum støðum, sum fingu avgerandi ávirkan á kappingarárið.