So var aftur smittumet við koronu

Bæði í tali, smittutrýsti og smittaðum í miðal um dagin seinastu vikuna, settu vit met í gjár

 

Í gjár vóru 415 nýggir tilburðir við koronu staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

2916 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 2654 smittað, sjey eru innløgd, harav fimm vegna korona, og tvey eru innløgd av aðrari orsøk.

 

Smittutrýstið setti esini met í gjár við 14,2 prosent, og talið av smittaðum í miðal seinastu vikuna er nú komið upp á 380, sum er 305 oman fyri markið hjá landsstýrinum at fara upp í reyða feltið, sum skuldi ført til strangar avmarkingar. Men av tí, at trýstið á sjúkrahúsverkið ikki er vaksið tilsvarandi, so verða tilmælini ikki herd fyribils.