So tapti AB

Eftir eina framúr góða byrjan í donsku 1. Deild, mátti AB fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum lúta. Teir spældu á heimavølli ímóti Silkeborg, og tað vóru teir úr Jútlandi, sum skoraðu bæði málini í dystinum. Christian Høgni Jacobsen, sum longu hevur skotið trý mál fyri AB, byrjaði í álopinum, men hann varð skiftur út, tá ið ein góður tími var spældur.