Eyðun á Borg, dansklærari
---------
DANSKT VALLÆRUGREIN Í MIÐNÁMSSKÚLUM: Danskt skal eftir ætlan verða vallærugrein í okkara miðnámsskúlum. Frálíkt! Landsstýriskvinnan hevur gjørt eitt gott arbeiði í góðum samstarvi við danskar myndugleikar. Øll áttu at verið glað; men so koma hasir dansklærararnir við sínum margháttliga, opna brævi, og tú spyrt teg sjálvan, um vit eru í 1911 ella 2011!?
SNÓPISLIGT? Ja, ella tað, sum verri er. Eitt er, at hasir akademisku dansklærararnir senda løgtingi og Føroya fólki eitt slíkt bræv við málsligum skeivleikum, tað gera so nógv; men hasin himinrópandi undirbrotligi hugburðurin, er hann veruliga til í Føroyum á okkara døgum?
ØRINDREKAR DANAMÁLS: Eg endurgevi okkurt úr grein teirra: 1) “Norðurlond menna danskt, vit taka lærugreinina av.” 2) “Hvørvur danskt sum lærugrein úr føroysku skúlunum, fer tað at taka nógv ár at byggja førleikan upp aftur.” 3) “Hesar avleiðingar kunnu gerast álvarsligar, ------“.
Hatta er so “langt úti”, at ikki er vert at gera viðmerkingar til slíkt. Skjóta hasi fólkini spurv við kanón? Sjálvmál, segði onkur, nú vit eru á málsliga økinum. Danir geva okkum málsligar sømdir, og føroyingar fara at garta og mótmæla. Jú, søgan endurtekur seg!
Góðu tit! Talan er um eina vallærugrein í miðnámsskúlum okkara!
KÓDNA Í DONSKUM: Í Føroyum eru vit um at kódna í donskum máli. Sjónvarp, teldur, bøkur, bløð, havragrýnspakkar o.s.fr., o.s.fr.; næstan alt er á donskum. Og allir dansktímarnir í skúlum okkara. Hvat gera so hasir dansklærararnir? Jú, teir samanbera okkum við íslendingar!? Mangt skalt tú hoyra!
MÓÐURMÁLIÐ BLØÐIR: Meðan summi gremja seg um støðuna hjá donskum máli í Føroyum, ja, so bløðir móðurmálið! Nógv, sum tú hoyrir í vørpum og millum manna, er ein skurvblandingur av føroyskum og donskum! Stavsetingin er í nógvum førum út av lagi, bæði millum miðlafólk, skúlafólk og onnur!
GROVAR STAVIVILLUR: Í somu Dimmu fyrr í vár skrivaðu t.d. tríggir blaðmenn navnhátt við ð-ending!!! (Navnháttur: at skriva, at lesa o.s.fr.). Eitt sindur seinni skrivaðu tvey blaðfólk hjá Dimmu hvørjumfall við ð-ending!! Tað er annars ikki bara í Dimmu, at slíkt er at síggja.
Hvar enda vit?
Tað er ein trupulleiki við donskum máli í Føroyum í dag: Vit duga tað ov væl! Vit hugsa á donskum, og tað er ikki so løgið.
E.S.: Annars skilagóð orð, sum Jonhard (til lukku, Jonhard!), Dávid og tey ungu í Sjálvstýrisflokkinum skriva um danamálið.
Við føroyamálskvøðu
á Borg á Argjum á ternudegi 2011











