So stendur sjónvarpssendarin fyri tørni

Sjónvarpssendarin á Húsareyni er farin væl um pensiónsaldur. Hann hevur longu verið í brúki longri, enn mælt verður til, og kann sløkna nær sum helst

Sjónvarpssendarin á Húsareyni livir eina»kummerlia« tilveru. Hann er gamal og hevur avgjørt sæð sínar bestu dagar. Hann er farin væl um tann aldur, sum mett varð, at hann fór at klára. So tað er í grundini bara ein spurningur um tíð, til hann ikki orkar meira, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, sum umsitir sendinetið.
Andras Róin sigur, at Føroya Tele hevur søkt um stórar upphæddir til sendietið, men einki er komið burturúr.
Nú vil landsstýrismaðurin ganga ígjøgnum alt økið, sigur Andras Róin. Men tað gongur nakað seint, heldur hann.
Landsstyrismaðurin setti í 2002 eina nevnd at kanna sendineti, men hon er ikki liðug enn. Men sambært grágreiðingini, sum Bjarni Djurholm, landssstýrismaður við vinnumálum, lat løgmanni í vikuni, væntar hann at nevndin fer at koma til eina niðurstøðu og handa landsstýrismanninum eitt tilmæli í hesum mánanum.
Ímeðan eldist sjónvarssendarin alt meira, og hann verður ikki betri fyri hesa tíðina. Føroya Tele hevur ongar pengar til eykalutir. Og eykalutir kunnu gerast torførir at fáa, tí sendarin er gamal.
Tað stendur í grundini púra einki til við sendinetinum yvirhøvur, skilst á fólki, sum hava skil fyri slíkum. Sjónvarpssendarin á Húsareyni er høvuðssendarin, sum sendir signalið frá sjónvarpshúsinum í Vørðsluni í Havn víðari til sendararnar kring landið. Fer hann, eru tað bara nøkur fá hús í Havn, ið klára at taka signalið í Vørðsluni, sum fara at síggja Sjónvarp Føroya.
Og teir ymsu sendararnir kring landið, streika eisini soleiðis av og á. Sum dømi nevnir Andras Róin, at ein av grundunum til støðuna, sum nú er, við at eingin millumbylgjusendari er, var tann, at penganrir, sum sendirørið skuldi keypast fyri, vórðu brúktir til sjónvarpssendaran á Hestinum oman fyri Sumba.
Hesin sendarin gekk fyri, og penagar vóru ikki til at fáa nýggjan. Men pengar vóru tøkir til grannan, sendirørið í Akrabyrgi. Føroya Tele valdi so at taka kjansin og brúka pengarnar til at fáa sjónvarpssendaran virknan aftur og so vóna, at millumbylgjusendarin hóraði undan, til pengar aftur vóru tøkir. Men tað eydnaðist, sum øllum kunnugt, ikki.
Hendan keðiliga støðan er ikki íkomin, tí vit ikki hava gjørt okkara skyldu, sigur Andras Róin. Vit hava staðiliga víst á, hvussu vánalig støðan er, og hava biðið um teir pengar, sum neyðugir eru fyri at fáa sendinetið at rigga. Men vit hava ikki fingið teir.