Á upptøkunum, sum eru gjørdar í Montery Bay í USA, sæst, at bóghvítuhvalirnir koma upp úr dýpinum og leypa á.
Hin stóri hvalurin roynir at verja hvølpin, sum eisini leggur seg tætt uppat tí stóra.
Men, her er eingin góða mamma. Bóghvítuhvalirnir eru eirindaleysir.
Skjótt bløðir hvølpurin, og hann hevur ongan møguleika at sleppa livandi undan stóru rovhvalunum, sum vilja honum til lívs.
Ógvusligu upptøkurnar síggjast á hesi leinkju - https://www.vgtv.no/video/176111/nb-sterke-bilder-spekkhoggernes-brutale-angrep-paa-hvalungen