So spennandi sum sjáldan

Mest sum øll liðini hava framvegis møguleika at vinna FM í unglingadeildini, har tað nú resta fýra umfør

Tað er í ungdómsdeildunum, at tað sæst, hvussu vánirnar fyri fram­­tíðini eru. Soleiðis plagar at verða tikið til. Royndirnar vísa, at hetta bara er ein partur av sann­leikanum, tí tað kemur meiri enn so fyri, at teir, sum í barndóms­felagnum hava staðið seg framúr væl, skifta felag, tá ið teir hava roynt seg eitt ella tvey ár í bestu deildini. Ivaleyst tí peningaliga tilboðið ella tilboð um aðrar sam­sýningar er betri og meiri lokk­andi.
Um unglingadeildin, sum nú eitur U18 deildin, skal nýtast sum barometur, so er skjótt at staðfesta, at tað eru fimm feløg, sum lut­taka í hesi deildini og harvið eiga fleiri ungdómsspælarar. Hesi feløgini eru EB/Streymur, B36, HB, NSÍ og KÍ. B68 er eisini í skránni, men toftamenn halda seg ikki til at spæla. Upprunaliga høvdu 07Vestur og Skála boðað frá lut­tøku, men longu undan kappingar­byrjan tóku hesi bæði feløgini seg úr kapp­ingini.
Merkisvert er tað, at tvey av teimum, sum eru í toppinum í Effodeildini, ikki eru við í ung­linga­kappingini í ár. Talan er um Víking og ÍF.
At unglingadeildin ikki er so stór í ár, sum hon onkuntíð hevur verið, kemst ivaleyst eisini av, at teir 19 ára gomlu ikki longur verða roknaðir sum unglingar. Hetta varð broytt eftir kappingarlok í fjør og ber við sær, at tað nú eru tveir árgangir frá dreingjadeildini og fram til vaksnamannafótbólt.
Viðhvørt hjálpa feløgini hvørjum øðrum í unglingadeildini, og so­leiðis er tað eisini í ár. Onkur fugl­firð­ingur spælir í Klaksvík, fleiri eru í Runavík og onkur er eisini í EB/Streymi, sum eisini hevur skála­menn at hjálpa sær. Onkrir úr Víkingi hjálpa NSÍ, sum eisini hevur fingið onkrar spælarar av Toftum.

Tætt í toppinum
Oftast plagar tað at vera soleiðis, at eitt lið er væl betri enn hini, ella at tvey lið kappast um FM heitið. Soleiðis er tað ikki í ár. Fýra av fimm liðum eru framvegis væl við í tøttu kappingini um meistaraheitið. NSÍ er fimta liðíð, og at teir í Runavík hava eitt gott lið, og at dystirnir ímóti teimum ikki bara eru av­greiðsluspurningar hjá hinum, varð undirstrikað mánakvøldið, tá ið FM kandidatarnir í B36 vitjaðu við Løkin. NSÍ vann 2-1.
Mánakvøldið vitjaði KÍ við Margáir. EB/Streymur var framman­fyri, tá ið vanliga leik­tíðin var farin, men í tíðini, sum dóm­arin hevði lagt aftrat, javnaðu klaks­vík­ingar til 1-1.
EB/Streymur er oddalið við 22 stigum, HB og B36 hava 21 stig, KÍ hevur 19 stig, og NSÍ hevur 12 stig. Klaksvíkingar hava spælt 10 dystir, meðan hini fýra hava spælt 11 dystir.
Fríggjakvøldið fara EB/Streymur og B36 at spæla steypa­finalu. EB/Streymur vann í hálv­finaluni 4-1 á KÍ, og B36 vann 2-1 á HB eftir longda leiktíð.
Næsta umfar í landskappingini verður mánadagin 3. September. Tá sær skráin soleiðis út: B36-KÍ og HB-EB/Streymur. 15. og síðsta umfar verður mánadagin 24. sep­tember.