So situr Sambandið á fremsta beinki

Gerhard Lognberg situr nú á fremsta beinki í Løgtinginum saman við hinum sambandsfólkunum. Men hann situr tó uttast til vinstru

Tá tingfundurin varð settur fyri løtu síðani sótu níggju sambandsfólk á fremsta beinki í løgtinginum. Uttast til vinstru sat nýggjasti sambandstingmaðurin, Gerhard Lognberg.

 

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, las upp skriv frá Sambandsflokkinum, sum Alfred Olsen, formaður floksins á tingi hevði undirskrivað. Har boðaði Sambandsflokkurin frá, at Gerhard Lognberg frá 10. februar at rokna er partur av tingmanning Sambandsfloksins. Samstundis bað Sambandsflokkurin um, at sætisskipan tingsins varð broytt samsvarandi.

 

Í tingsalinum sita flokkarnir eftir stødd, soleiðis at størsti flokkur situr fremst. Tó so sita landsstýrisfólkini framman fyri tingfólkini.

 

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava nú býtt um pláss, soleiðis at Sambandsflokkurin nú situr fremst, har hann eisini hevur sitið tað mesta av hesum valskeiðinum. Tá Janus Rein tann 12. september í fjør fór upp í Fólkaflokkin varð sætisskipanin broytt soleiðis, at Fólkaflokkurin slapp fram um Sambandsflokkin. Men nú hevur Sambandsflokkurin takkað fyri seinast og fingið fremsta plássið aftur.