So fekst sjón fyri søgn.
Ríkisumboðið hevur lýst ein bunka av hernaðarligum lógum, kunngerðum og fyriskipanum í kunngerðarblaðnum B, sum kom út í vikuni.
Við hesum er nýggja danska hernaðarliga revsilógin sett í gildi fyri Føroyar. Og harvið er tann gamla revsilógin frá 1937 ikki galdandi longur. Hon innihelt ásetingar um, at deyðarevsing er galdandi í krígstíð. Nú er hon avlívað.
26 lógir, kunngerðir og fyriskipanir um hervaldið í Føroyum eru lýst í nýggjasta kunngerðarblaðnum. Sostatt hevur danska stjórnin lýst lógir fyri Føroyar, beint ímóti einari samtykt í løgtinginum, tí løgtingið samtykti so seint sum í november 2001, at tað ynskti onga hernaðarliga revsilóg í Føroyum.
Tað eru ikki bara nýggjar lógir og kunngerðir, sum verða settar í gildi. Onkrar av lógunum stava heilt afturi frá amtsstíðini ? eitt nú »Anordning nr. 513 af 02.10.1940 angaaende politimyndighed for søværnets skibe og luftfartøjer«.
Í einari fyriskipan frá 1961 á síðu 271 í kunngerðarblaðnum stendur eisini at lesa um hvussu landið skal verjast undir kríggi. Sagt verður, at »5. kolonnevirksomhed skal bekæmpes«, og at »Politiet vil på dette område bistå de militære myndigheder«.
Sambært Nudansk Ordbog verður meint við fólk, sum royna at undirgrava landsins stýri til fyrimun fyri eitt fremmant vald.
Sig so tað. Nú er at ansa sær.









