So nógv tók Britta sær um árið

111,4 miljónir krónur í 16 ár, harav hon tók mest í 2010, tá talið var heilar 15,4 miljónir krónur.

Danska heimasíðan - www.bt.dk - hevur gjørt eina uppgerð yvir, hvussu stórur fíggjarligi undandrátturin hjá Brittu Nielsen var árini 2002 til 2018, meðan hon starvaðist sum deildarleiðari innan danska almannaverkið.

 

Í uppgerðini sæst, at árið, har fíggjarligi undandrátturin var størstur, var í 2010, tá hon flutti sær sjálvari heilar 15,4 miljónir krónur á egna konto. Árini 2012 og 2013 vóru tølini ávikavist 13,6 og 14,5 miljónir krónur.

 

Tá øll hesi tøl frá 2002 til og við 2018 verða løgd saman, sæst, at Britta Nielsen hesi árini flutti sær sjálvari tilsamans 111,4 miljónir krónur, sum eisini er talið, ið fíggjarligi undandrátturin fyribils snýr seg um.

 

Leitað verður eftir 64 ára gomlu Brittu Nielsen, og hon er eisini eftirlýst gjøgnum Interpol.

 

Ein stórur partur av hesum 111,4 miljónum krónunum hevur danska kvinnan flutt sær sjálvari um konto, hon hevði í Danske Bank, og tey eru mong, sum undra seg yvir, at hetta hevur latið seg gera yvir eitt so langt áramál.