Føroyar innfluttu í 2016 góð 47 tons av fýrverki, og tað var meira enn tvífalt so nógv sum árið fyri.
Tað vísir uppgerð, sum Hagstova Føroya hevur gjørt fyri VikuskiftisSosialin.
Hagtølini vísa, at innflutningurin kann hækka og minka nógv og knappliga, og líkt er til, at innflutningurin í vissan mun fylgir gongdini í búskapinum.
Síðani aldarsskiftið var mesti innflutningurin av fýrverki í 2004, tá ið 58,6 tons vórðu innflutt. Eftir niðurgongdina í búskapinum í 2008 og árini eftir tað minkaði innflutningurin niður í 15 tons, men í fjør leyp innflutningurin upp frá aftur.
Tølini fyri 2017 eru ikki tøk enn, men skulu undanfarin ár brúkast sum fyridømi, er sannlíkt, at innflutningurin í 2017 var størri enn í 2016.
Innflutningur av fýrverki
2000: 34.691 kilo
2001: 33.932
2002: 41.662
2003: 57.486
2004: 58.562
2005: 51.231
2006: 33.416
2007: 21.905
2008: 58.451
2009: 39.298
2010: 24.607
2011: 34.066
2012: 15.912
2013: 19.152
2014: 23.729
2015: 21.691
2016: 47.068
(Kelda: Hagstova Føroya)
Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld, er stórt tema um fýrverk. Farið verður aftur um lóggávu, innflutning og vandan við fýrverki.