Jákup Petersen, yvirlækni
Seinastu tíðina hevur lítið gjøgnumskygni verið í øktu játtanini til sjúkrahúsini. Vit hava ikki sæð ætlanir, dygd, kostnaðarmetingar, býti millum stovnar. Hinvegin so hava vit sæð økta játtan uttan heildarmeting. Vit hava sæð hvussu somu viðgerðir, sum nú fara fram á tveimum sjúkrahúsum, við politiskari hjálp verður spjaddar til øll trí sjúkrahúsini.
Politikarar sum reka sjúkrahúsverk verða lagdir undir press fyri at styðja lokalpolitisk endamál..
Landsstýrismaðurin talar skilagott um at .. “tað merkir, at vit samla eina viðgerð á einum staði” og at .. “vit eru so fáment, at vit mugu fáa sum mest burturúr hvørjari krónu”.
Hinvegin so hevur seinastu tíðina verið lítið gjøgnumskygni viðvíkjandi øktu játtanini til verkið. Vit hava ikki sæð ætlanir, dygd, kostnaðarmetingar, býti millum stovnar o.t. Hinvegin so hava vit sæð økta játtan uttan heildarmeting. Vit hava sæð hvussu somu viðgerðir, sum nú fara fram á tveimum sjúkrahúsum, við politiskari hjálp verður spjaddar til øll trí sjúkrahúsini.
Hetta er sjálvandi politikkur og ikki fakligar metingar og vísir enn einaferð at politikarar ikki skulu reka sjúkrahús.
Nýggjar nevndir og sama gongulag.
Á sama hátt sum fyri 20 árum síðani, sita nevndir undir landsstýrismanninum og kanna, hvussu sjúkrahúsverkið kann rekast so skilagott sum gjørligt. Og eins og áður eru visiónirnar merktar av fakligari nihilismu.
Ávísir munir daga tó av og á fram úr mjørkanum. Millum annað so verða samráðingarnar nú leiddar av fólki, sum hava verið ímóti politiska viljanum um at hava trý sjúkrahús í Føroyum. Hetta gevur jú ikki bestu fortreytirnar fyri álit millum partarnar.
So leingi sum gingið verður á hesum gøtum fæst ongin framburður. Hvørki politiskt ella fakligt verður nøkur semja gjørd, sum kann stimbra og menna verkið. Reglur kunna verða gjørdar við duldum ætlanum, men endin er sum oftast, at funnir verða vegir uttanum meiningsleysar reglur, og so má alt málið uppá borðið aftur.
Eg vildi meint, at tað er ein av okkara grundarreglum at fylgja lógini sum sigur, at. tað eru trý sjúkrahús í Føroyum.
Spurningurin er so hvat eitt sjúkrahús er.
Og hvat er eitt sjúkrahús?
Eisini her verður tað ein serføroysk meting av viðurskiftunum. Tey trý sjúkrahúsini (ella fýra sjúkrahúsini um uttanlandaviðgerðin verður tikin við) eiga at fáa sínar seruppgávur, sum gevur grundarlag fyri at tey framyvir virka sum sjúkrahús.
Eitt sjúkrahús stendur fyrst og fremst fyri kanning og viðgerð. Fyri at talan kann verða um eitt sjúkrahús, er sostatt neyðugt við grundleggjandi funktiónum so sum laboratorium, røntgen, fyrisiting, skaðastovu, skurðstovu, seingjardeildum, fysio- ergoterapi servicu- og røktarstarvsfólki o.s.fr. Tær funktiónir sjúkrahúsið hevur, verða so leiddar av serlæknum á økinum.
Tað vil so aftur í grundini siga, at sjúkrahúsinum skal gevast eitt trygt grundarlag at útynna tær funktiónir sum teimum er álagt. Her tosa vit m.a. um neyðugu fysisku karmarnar, játtan, skipan av virksemi og serútbúgvið starvsfólk.
Tað nyttar ikki so nógv at hyggja eftir hvussu okkara grannalond hava skipað seg. Vit kunnu fáa ávís hugskot, men ikki yvirføra modellið í síni heild.
Tað verður aldri tann sama læknaliga tænasta at fáa um tú ert búsetandi í Hattarvík ella Tokyo. Hinvegin kann gerast ein skipan so at bæði hattavíkingurin og tokyobúgvin kenna seg tryggar, og munurin á tænastuni verður, tá alt kemur til stykkis, helst ikki so stórur sum ein kundi væntað.
Akutt virksemi ella ikki.
Í okkara kjaki hava vit ofta lyndi til, at hyggja at um tey smáu sjúkrahúsini skulu hava akutt virksemi ella ikki.
Í hesum sambandi eru eitt ørgrynni av argumentum frá fleiri síðum viðvíkjandi tí akutta medisinska, mótvegis tí akutta kirurgiska og aðrar greinar. So kemur støddin og funktiónin av sjúkrahúsinum upp í myndina, flutningstíðir og at enda, upptøkuumráðið.
Sundhedsstyrelsen ræður til at tað í Danmark skulu verða millum 200 – 400.000 fólk í upptøkuumráðinum fyri at hava eitt fult útbygt akuttsjúkrahús.
Soleiðis kann onki sjúkrahús í Føroyum lúka hesi krøv. Í Islandi skuldi bert verið eitt akutt sjúkrahús, men teir hava fleiri. Í Grønlandi skuldi heldur onki verið, men teir hava 16 sjúkrahús við døgnvakt á skaðastovu. So spurningurin er, um tað í heila tikið er gjørligt at brúka hetta modellið.
Grannalondini leggja virði sum grund fyri virkseminum. Skipa reglur so at politikarar gerast leysi av at reka sjúkrahús.
Í norðanlondum annars verða heilt onnur grundleggjandi virði løgd til grund, ið tá skoðað verður inn í framtíðina innan heilsuverkið. Hesi grundleggjandi virðini eru millum annað:
Eins kanning, viðgerð og røkt av øllum borgarum
Solidarisk fígging
Grundleggjandi etisk virði í raðfestingini
Gjøgnumskygni í raðfestingini
Atskildar uppgávur millum politikk og fakkunnleika
Atskildar uppgávur millum fíggjing og útynnara
Frítt viðgerðarval
Rætt at stovna privat virki við avtalu við fígjandi mynduleika
Gjøgnumskygni í viðgerðar virkseminum
Skaða - heilsu- og sjúkuviðgerð skal verða eins fyri allar borgarar. Hetta viðførir at borgarar uttan atlit til bústað og sosialan, búskaparligan ella málsligan skilnað, hava eins rætt til at njóta tað tænastu sum almenna fíggjaða heilsuverkið kann bjóða.
Hetta merkir eisini, at fíggingin av samlaða verkinum sum m.a. umfatar sjúkrahús, kommunulæknar, røktarheim, nærverk og ávísir aðrir stovnar, er miðskipað fyri at tryggja sær eins viðurskifti fyri allar borgarar. Harafturat eigur, har sjúkrahús eru, so nógv sum gjørligt, at verða savnað á einum staði.
Føroysk sjúkrahús eiga at verða nærsjúkrahús við kanningar/viðgerðar/røktingar/venjingar og heilsuøkjum har sjúklingar kunnu fáa síni sjúku, skaða og heilsuviðurskifti avgreidd.
Tað er til dømis púra burturvið at hava kommunulæknar sitandi ymsa staðni í einum øki har sjúkrahús er.
Sjúklingar noyðast fyrst til kommunulækna, síðani á sjúkrahúsið fyri at taka røntgenmynd ella líknandi, síðani til serlækna, sum til tíðir er aðrastaðni í býnum fyri síðani aftur at skula á sjúkrahúsið fyri at taka aðrar royndir fyri síðani aftur at fara til kommunulækna og síðani møguliga innløgd á sjúkrahúsið.
Í hesum lítla landi hava vit tørv á trý nærsjúkrahúsum ella kanningar/viðgerðar/røktingar/venjingar/heilsuøkjum har sjúklingar frá økinum ella aðrastaðni frá kunnu koma tá ið sjúka, skaði, elli o.t. gera um seg. Hetta vil m.a. siga, at tað kann verða ein fyrimunur at samla sjúkrahús, kommunulæknar, apotek, nærverk, røktarheim, eldrabústaðir o.t. saman til gagns fyri sjúkling og starvsfólk. Harafturat kann roknast við rationaliserings vinningi – altso sparing.
Hetta gevur betri umstøður og fleksibilitet viðvíkjandi starvsfólki. Tað verður lættari hjá starvsfólki at samskifta. Sjúklingar kunnu fáa avgreitt sínar trupulleikar við vitjan á einum og sama staði. Flytan av innløgdum sjúklingum frá viðgerð til uppihald ella røkt verður loystur o.s.fr.
Men hetta krevur at fíggingin er miðskipað og solidarisk. At fíggjað verður við skattin. Borgarar skulu gjalda skatt eftir førimuni. Og við solidariskari fígging fáa eisini fólk við lágari inntøku eins rætt til kanningar- og viðgerðarskipanina.
Raðfestingar innan sjúkrahúsverkið eiga at verða gjørdar so at borgarin skilir tað. Gjøgnumskygni eigur at verða í allari mannagongdini og etiskar meginreglur eiga at liggja sum grund.
Avgerðir sum viðføra at nakað verður tikið framum okkurt annað ella verður tikið heilt burtur innan sjúkrahúsverkið eigur at fylgja etiskum metingum grundaðar á reglur sum eru gjørdar av etiskum ráði, har mannaviðri, tørvur, solidaritetur, kostnaður og effektivitetur eru hornasteinar.
Hetta vil í verunleikanum siga, at álvarsligar sjúkur ganga framum lættari sjúkur, sjálvt um hetta kostar meira. At tørvurin hjá tí einstaka menniskjanum ikki skal minka orsaka av aldri, føðivekt, lívsstíli o.s.fr.
Harafturímóti eigur atlit at verða tikin til umstøður sum avmarka nyttuna av medisinskari viðgerð. Á hesum øki eiga at gerðast politiskar vegleiðingar í raðfestingini.
Raðfestingarnar innan almenna sjúkhúsverkið skal verða opið. Soleiðis at skilja, at staðfestar raðfestingar og grundirnar tær hvíla á skal verða lætt, at fáa fatur á hjá fólki. Viðgerðin skal eisini verða opin og tað eigur, at framganga klárt, hvør tað er sum tekur avgerðir og hvør hevur ábyrgdina.
Atskildar uppgávur millum fígging og útinnara
Politikarar skulu verða teir sum í grundini biðja um tænastu frá sjúkrahúsverkinum og umboða ynski borgarana um eina effektiva viðgerð á høgum støði sum er eins fyri allar borgarnar. Hetta gera teir við at lóggeva og seta mál sum tryggja dygd, trygd og mið fyri borgaran og síðani fylgja við, at tað sum ynskt er verður verunleiki.
Fakfólkið innan verkið eru so tey sum fremja og leggja virksemið til rættis á stovninum. Hetta vil m.a. siga, at krøv um dygd, sjúklingatrygd, etiskar grundreglur, mál og menning skulu fremjast av teimum sum arbeiða í verkinum.
Fyri at hetta skal fungera so krevst ein leiðsla sum hevur ávísar heimildir, førleika og kunnskap um verkið. Harafturat krevst ein framkomin arbeiðsháttur har alt starvsfólkið hevur árin á egið arbeiði og menningina.
Í verunleikanum merkir hatta, at avgerðir og verunlig ítøkilig leiðsla verður spjædd út til einstøk ella smábólkar av starvsfólki. Sum nú er verður í Føroyum farið øvugt. Miðsavningin av ítøkiligari leiðslu á sjúkrahúsunum, sum gingin varð burtur frá í okkara grannalondum fyri skjótt 20 árum síðani, heldur fram. So her eigur okkurt at gerast.
Landsstýrið – Almanna- og Heilsumálastýrið verður umboð borgaranna mótvegis viðgerðarstøðum og sleppur frá nógvum trupulleikum samstundis sum skipanin gerðst effektiv.
Líka lítið sum bankar skulu reka virkir, skal Landsstýrið heldur ikki reka ella leggja seg í leiðslu, viðgerðir, heimtøku, skipan og líknandi innan sjúkrahúsverkið.
Samstundis sleppur Landsstýrið frá at hugsa um, hvussu uttanlandsviðgerðin fer fram, fyri ikki at tala um smálutir so sum Hotel Tórshavn, sjúklingafluttningur, heimtøka av viðgerðum o.s.fr.
Landsstýrið játtar pening til sjúkrahúsverkið sum eitt viðskiftafólk hjá verkinum, umboðandi landsins borgarum. Vil Landsstýrið hava ávísa viðgerð so verður hon umbiðin í fríari kapping millum tey trý sjúkrahúsini í Føroyum, sjúkrahús uttanlands og privatari kanning og viðgerð í Føroyum ella uttanlands. Atlit so sum trygd, dygd, kostnaður o.s.fr., verður so at liggja til grund fyri hvar Landsstýrið keypir tænastuna millum hesi kanningar og viðgerðarøkini.
Við hesum sleppst undan endaleysu skotriðjunum móti t.d. AHR har ráðið dagliga fær klagur frá borgarum um viðurskifti sum tað í verunleikanum onki hevur við at gera. Sjúkrahúsini sleppa ikki longur, at leggja seg afturá og lata trupulleikarnar floyma niðan í Almanna- og Heilsumálaráðið. Tað hevur altíð undrað meg hví politikarar heilt óneyðugt seta seg sum máltalva hjá ónøgdum borgarum.
Broytt játtanar skipan kann fáa kapping í kanningar og viðgerðarstovnar. Politikkur og rakstur av sjúkrahúsum verður atskildur. Borgarar fáa betri tænastu fyri lægri prís.
Ítøkiligu viðurskiftini millum AHR og sjúkrahúsini kunnu so fara gjøgnum eina nevnd sum til dømis kann koma ístaðin fyri fyribyrgingarráðið, ráðið fyri brekað, visitasjónsnevndina, sjúklingaráðið og ráðið fyri kommunulæknaskipanina. Henda nevnd kann verða mannað av løgfrøðingum, kanning- og viðgerðarkønum og so eisini førleika innan heilsubúskap.
Nevndin fær boð frá landsstýrismanninum um hvat Landsstýrið vil hava og hon viðgerð ynskini, eisini í samráð við vísindasiðseminevndina. Nevndin býtir so uppgávuna sundur á hóskandi hátt og keypir tænastuna har hon fæst best og fyri besta prís.
Henda nevnd fær so eisini sum uppgávu at fáa etisku raðfestingina avgreidda og m.a. taka sær av at lyfta ávísar viðgerðir út úr almennu kanningar- og viðgerðartilboðunum. Viðgerðir sum eru lágt raðfestar ella nyttuleysar men kostnaðarmiklar. Viðgerðir sum framyvir verða fluttar til privata kanningar- og viðgerðar skipanina.
Hetta merkir so eisini, at tað skulu verða stovnar ella støð sum kunnu koma við tilboðum um kanning og viðgerð. Ella við øðrum orðum, at tað eiga at verða í hvussu er tvey sjúkrahús í Føroyum og at privata tænastan skal útbyggjast so at landsstýrisnevndin hevur nakað at velja í. Eins og áður verður Heilsustýrið at taka sær av eftirlitinum við kanning og viðgerð.
Núverðandi skipan við ráðgevararum, sum uttan neyðuga førleika, hava givið politikarum ráð um ítøkiligan rakstur av sjúkrahúsverkinum, verður eisini støðgað.
Hon verður avloyst av eini skipan, har politikarar vegna borgararnar at enda fáa ein møguleika, at seta verunlig krøv til tey kanningar og viðgerðarstøð, sum skulu lata tænastuna til landsins borgarar. Tað viðgerðarstaðið sum ikki kann halda støðið fellur so heilt náttúrligt burtur úr játtanarskipanini.