Fólk, sum arbeiða, skulu sleppa at hvíla seg minst 11 tímar um samdøgurið – og teir tímarnir skulu vera út í eitt.
Tað sigur Arbeiðseftirlitið, sum nú hevur sett tal á, hvussu nógvar tímar fólk, sum eru til arbeiðis, skulu sleppa at hvíla seg um samdøgurið. Arbeiðseftirlitið sigur, at reglurnar eru ikki beinleiðis bindandi, men kortini eru tær ein tulking av reglum og lógum, sum eru bindandi.
Hvíld, og frí frá arbeiði, hava stóran týdning fyri bæði arbeiðsfólk og fyri arbeiðsgevarar. Fáa arbeiðsfólk ikki ta hvíld, tey hava brúk fyri, kann hetta hava heilsuligar avleiðingar. Trot á hvíld kann eisini hava við sær, at fleiri mistøk verða gjørd í arbeiðinum, at minni kemur burturúr arbeiðinum, og at trygdin á arbeiðsplássinum kann versna av hesum
Hinvegin sigur Arbeiðsftirlitið eisini, at í ávísum førum kunnu undantøk gerast frá 11 tíma hvílutíðini og tá kann hvílutíðin minkast niður í minst átta tímar um samdøgurið. Fyri at nevna nøkur dømi um undantøk frá hvílitíðini, kann tað vera á fiskavirkjum, tá ið nógv er at gera, og annars kunnu undantøk gerast í arbeiði, sum er bundið at ávísum árstíðum, og har arbeitt verður í vaktum, tá ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum annars semjast um tað. Undantøk kunnu eisini gerast fyri arbeiðið í landbúnaðinum.
Annars sigur Arbeiðseftirlitið, at starvsfólk mugu ikki hava regluligt arbeiði sunnudagar og halgidagar, uttan tá ið tað er til samfelagsins frama, ella er neyðugt fyri at varðveita virðir. Og halgidagar eru frá klokkan 22 kvøldið fyri halgidagin til klokkan átta á morgni dagin eftir halgidagin. Starvsfólk, ið reglulga arbeiða sunnudag, hava rætt til at halda frí mitt í viku aftur fyri, sigur Arbeiðseftirlitið.
Undantøk kunnu eisini gerast, tá ið náttúruviðurskifti, vanlukkur, maskinbrek ella tílíkt kemur óvart á og hevur við sær, at ólag kemur í raksturin á arbeiðsplássinum.
Arbeiðseftirlitið sigur, at verður tað neyðugt, kunnu undantøk frá hvílutíðini gerast fyri fólk í hægri størvum, ið fyri tað mesta hava leiðandi arbeiði, og ikki arbeiða eftir nakrari fastari skipan
Undantøk kunnu eisini gerast fyri fólk í leiðandi størvum, ið hava ein serkunnleika ella hava eitt serligt sjálvstøðugt starv. Og undantøk kunnu eisini gerast fyri umboðssølufólk, ið arbeiðs uttan fyri sítt fasta arbeiðspláss. Hinvegin kann landsstýrismaðurin gera serligar reglur fyri fólk í arbeiði, sum kunnu vera vandamikil fyri trygd og heilsu, sum sagt verður.