Tað er ikki frítt at eg siti við kensluni, at rættir tú landsstýrinum lítlafingur, fer tað avstað við øllum arminum.
Soleiðis tekur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, til á Facebook.
– So lagaligur veri eg ikki aftur við tað fyrsta, leggur hann afturat.
Hann dylir ikki fyri, at hann er ikki nøgdur við arbeiðslagið hjá landsstýrinum, har ein hópur av løgtingsmálum verða løgd fyri Løgtingið eftir at seinasta freist er farin.
Og tað umhugsar hann nú at gera nakað við sigur hann.
Síðsta freist at leggja uppskot fyri Løgtingið í hesum tingárinum, var 7. mars. Men síðani tá eru eini 12 uppskot afturat løgd fyri Løgtingið. Og talan er ikki um hissini mál, tí talan er bæði um at játta meiri pening til Glasir í Marknagili, umframt onnur stórmál, ikki minst uppskot um at gera eina nýggja fiskivinnuskipan og tey skulu øll avgreiðast fyri ólavsøku, tá ið tingárið endar.
Tingskipanin sigur, at skriva 17 tinglimir undir, at eitt mál kann leggjast fyri Løgtingið eftir at freistin er farin, skal tað leggjast fram. Men Páll á Reynatúgvu sigur, at hetta er hugsað sum ein ventilur, har tað bara er í undantaksføri, at mál verður lagt fyri Løgtingið eftir at freistin er farin.
– Tað var ikki ætlanin at vera vanlig mannagongd, sum tað hevur verið hesa ferð.
Og úrslitið er, at løgtingsfólk verða til arbeiðis allan juni mánað og kanska nakað væl út í juli, og sostatt eru nógvar summarætlanir hjá løgtingsfólki farnar fyri skeyti.
– Hetta snýr seg ikki um, at løgtingsfólk ikki vilja arbeiða um summarið, hetta snýr seg um at virða tær mannagongdir og tíðarfreistir, vit hava, sigur løgtingsformaðurin.
Hann heldur eisini, at tað er gagnligt fyri samgongu og andstøðu at fáa frið fyri hvørjum øðrum í eina tíð, eftir at hava verið at kalla í hornatøkum í eitt heilt ár. Tað reinsar luftina til arbeiðið verður tikið upp aftur.
Hann vísir eisini á, at umsitingin í Løgtinginum hevur brúk fyri at kunna sita í friði og náðum og arbeiða í eina tíð, uttan at brúka allar kreftirnar upp á at kanna uppskot, sum verða løgd fyri Løgtingið. Og somuleiðis hevur umsitingin í Landsstýrinum brúk fyri arbeiðsfriði í eina tí til at fyrireika tey uppskot, sum skulu leggjast fyri Løgtingið í heyst.
Páll á Reynatúgvu sigur, at sostatt umhugsar hann at seta eina nevnd at endurskoða tingskipanina, so at kvotur verða sett á løgtingsarbeiðið.
Endamálið við tí er at áseta, at Løgtingið tekur bara ímóti einum ávísum tali av uppskotum um mánaðin og hann heldur, at tað hevði javnað tingarbeiðið betri út á árið.
Fyrst í ár, vóru ógvuliga fá uppskot hjá tinginum at viðgera, men nú í evstu løtu verða fleiri stórmál løgd fram. Høvdu vit eina kvotu, hevði streymurin av málum, sum verða løgd fyri Løgtingið verið javnari, sigur Løgtingsformaðurin.
Men skipanin er nettupp so, at skriva 17 tinglimir undir upp á, at teir vilja hava eitt uppskot fyri Løgtingið, skal tað leggjast fram. Hvat meinar løgtingsformaðurin so við, tá ið hann sigur, at so lagaligur verður hann ikki aftur við tað fyrsta?
– Skal løgtingsformaðurin brúka sítt vald út í æsir, kann hann nokta at seta eitt mál á dagsskránna hjá Løgtinginum. Verður heitt á løgtingsformannin um at kalla Løgtingið saman, skal hann gera tað, men tað er ongin sum sigur, nær hann skal gera tað, staðfestir Páll á Reynatúgvu.
Men tað hevði ikki verið nøktandi at sett partarnar so hart upp ímóti hvørjum øðrum, tí hetta er bara ein spurningur um at virða tær tíðarfreistir, sum eru, sigur Páll á Reynatúgvu.