John McCain vann sum væntað uppstillingarvalini hjá republikanarunum í Ohio, Rhode Island, Vermont og Texas, og senatorurin úr Arkansas hevur sostatt tryggjað sær teir neyðugu valmenninar til tann endaliga uppstillingarfundin hjá republikanska flokkinum.
Sambært CNN hevur McCain fingið fleiri enn teir neyðugu 1.191 valmenninar. Tað ger, at eingin kann fáa hann aftur, og í morgun boðaði hansara seinasti kappingarneyti, Mike Huckabee, frá, at hann gavst við valstríðnum. Samstundis segði hann seg styðja McCain sum republikanskt forsetavalevni.
Amerikanskir fjølmiðlar skrivaðu í morgun, at George W. Bush, forseti, hevði boðið McCain í Hvítu Húsini at vitja, nú tað er greitt, tað verður McCain, sum skal royna at varðveita Hvítu Húsini á republikonskum hondum.