So gott spælir klaverið heldur ikki – í hvussu so er ikki mítt.
Men tað virkar sum um, at klaverið hjá nøkrum býráðslimum spælir væl, ja sera væl. Tí nú er ætlanin aftur at Tórshavnar Musikkskúli skal flytast og nú oman á Skálatrøð. Hoyri at grundin skal verða, at tað riggar nógv betri at staðseta skúlan har, tí nú hevur man staðsett Tjóðpallin har. Haldi tó, at nú skúlin bleiv fluttur út á Landavegin, liggur hann sera væl saman við skúladeplinum í Marknagili og komandi skúlanum á Fløtum.
Haldi tað er løgið, at hvørja ferð tað er líka við at verða klárt at seta spakan í og klárt til at bjóða arbeiðið út, so skal Musikkskúlin flytast. Sum tey flestu vita, so skuldi Tórshavnar Musikkskúli byggjast uppi við Norðurlandahúsið, síðan bleiv tað samtykt á býráðsfundi 22.5-2014, at hann skuldi byggjast úti við Landavegin, og Guð hjálpi tú mær, er ætlanin nú at flyta hann oman á Skálatrøð. Og um hann verður bygdur á Skálatrøð, ja so eru aðrir tónar at hoyra, tí nú verður Musikkskúlin bæði størri og betri, og ein konserthøll skal eisini byggjast afturat. Eg skilji einki av nøkrum, tí um hann liggur úti við Landavegin, so kann hann ikki byggjast sum upprunaliga ætlað, nei har er skavað av, so Musikkskúlin er tørnaður rættiligani nógv, og serliga er tað orkesturhøllin sum minkað er um. Og tað er sera harmiligt og óskiljandi at tað skal vera staðsetingin sum er avgerandi fyri hvussu stórir skúlin skal verða, tá hugsað verður um, at tað er gott pláss á stykkinum við Landavegin at byggja skúlan sum man upprunaliga ætlaði.
Haldi tað er sera óheppið og óseriøst at flyta skúlan enn einaferð og ljóðar tað ikki sum søtur tónleikur í mínum oyrum. Her skal byrjast heilt av nýggjum og tað tekur tíð. Og hvør sigur at vit fáa ein størri og betri Musikkskúla og at ikki eisini her verður skavað av tá avtornar?
Ein má spyrja: Vilja vit yvirhøvur hava ein nýggjan Musikkskúla ?
Soleiðis skrivaði eg millum annað í bløðunum, tá Musikkskúlin skuldi flytast úr Sortudýki:
Eri bangin fyri, at halda vit ikki fast við núverandi ætlan í Sortudíki, men fara at flyta Musikkskúlan á annað stað, og ikki kunnu nýta núverandi ætlan á tí staðnum, so koma vit at bíða leingi afturat til vit fáa ein Musikkskúla.
Kann so bara enn einaferð siga at:
Haldast eigur tí fast við gjørdar býráðssamtyktir um Musikkskúlan við Landavegin og ta frálíka prosjektið, sum fyriliggur, og fara í gongd við at byggja Musikkskúlan við Landavegin sum skjótast. Og vil eg enn einaferð heita á, at Musikksúlin verður bygdur sum upprunaliga ætla, so skúlin hevur tað stødd og teir karmar sum ein slíkur skúli eigur at hava.
Halla Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð.