Svimjisamband Føroya skipaði í vikuskiftinum fyri skeiði fyri lívbjargingardómarum, undir leiðslu av Mads Jørgensen frá Dansk Livrednings Forbund. Í hesum sambandi tók eisini Sørin S. Djurhuus prógv sum instruktør-instruktørur, sum merkir at hann framyvir kann skipa fyri slíkum skeiðum.
Svimjisambandið hevur seinastu árini koyrt eitt átak til at betra um trygdina í svimjivenjing, har ein týðandi partur er at hava nóg nógvar lívbjargingardómarar, til at lætt kunna bjóða øll áhugaðum møguleikan at taka prógv sum lívbjargari. Aðalmálið er at eingin svimjitími skal fara fram, uttan at har altíð er minst eitt fólk á kantinum við lívbjargingarprógvi.
Í 2009 fingu 13 prógv sum lívbjargingardómarar, á einum líknandi skeiði sum tað ið var nú í vikuskiftinum. Skeiðið er býtt í ein ástøðiligan part og ein part í svimjihylinum, har luttakararnir millum annað sjálvir tóku lívbjargingarprógvini, og nú framyvir kunnu døma um evnini hjá øðrum at lívbjarga.
Á skeiðnum nú í vikuskiftinum vóru tey 5 sum tóku dómaraprógvið fyri fyrstu ferð, og 4 sum endurnýggjaðu sítt prógv frá 2009. Hartil tók Sørin S. Djurhuus sum nevnt prógv sum instruktør-instruktørur, soleiðis at samlaða talið av dagførdum lívbjargingardómarum nú er 10.