Um hesa tíðina í fjør høvdu frystilínuskipini, Klakkur, Kambur og Eivind, ringan túr yvir á Flemish Kap. Tað var illveður tað mesta av teininum, og ferðin yvir mundi taka einar 12 dagar ella so.
Hóast vánaligu ferðina yvir í fjør, er ikki líkt til, at somu skip og manningar fara at halda seg aftur, nú tíðin, teir loystu í fjør, av álvara er farin at nærkast.
Eitt skip, sum ikki var á Flemish Kap í fjør, men sum longu í gjár loysti til hesa longu ferð, er Ågot, sum fyri tað mesta hevur roynt við gørnum.
Ågot hevur eisini línuloyvi, og nú skal eydnan roynast á Flemish Kap, har ætlanin er at fiska tosk og - eins og Klakkur, Kambur og Eivind - frysta fiskin umborð.
Mortan Mortensen, skipari á Kambi, sigur, at teir ætla at loysa 2. januar, og væntandi loysir Eivind, sum í løtuni er á beding, helst eisini ein av fyrstu døgunum í januar.
Teir, sum eiga Klakk, sum gjørdist besti frystilínubátur í ár, ætla sum skilst at loysa 30. desember.
Í fjør var eisini ísfiskalínuskipið Váðasteinur á Flemish Kap. Teir fóru avstað nakrar dagar seinni enn Klakkur, Kambur og Eivind. Men, um Váðasteinur fer hagar í vetur, hevur in.fo einki hoyrt um.