So fór síðsta ferðamannaskipið

Summarið er av álvara farið at halla, og nú minkar somuleiðis talið av ferðafólkum og ferðamannaskipum.

Í ár hava samanlagt 40 ferðamannaskip vitjað á Havnini, meðan fleiri eisini hava lagt at t.d. í Ánunum við Klaksvík.

Fríggjadagin í farnu viku vóru ikki færri enn tvey ferðamannaskip á Havnina. Hetta vóru somuleiðis tey seinastu í hesi sesongini.

Fyrrapart á degi legði Amadea úr Bahamas (myndin) at bryggju. Við hesum skipinum vóru 575 ferðafólk. Av hesum vóru 495 týskarar.

Hetta ferðamannaskipið lá nakrar tímar við bryggju. Tað var ikki meiri enn farið av Havnini, tá tað næsta - og harvið seinasta - skipið í ár legði at landi.

Hetta var ferðamannaskipið Seabourn Sojourn úr Bahamas við 444 ferðafólkum.

(Mynd: Álvur Haraldsen)