So eru leikirnir settir

Tað tók sína tíð, vildi onkur kanska hildið. Men tríggjar tímar eftir, at setanin av leikunum fór ígongd, vórðu væl kendu orðini um, at leikirnir nú eru settir, send ígjøgnum mikrofonina.

Sjálv setanin var fyrst og fremst merkt av eini drúgvari framførslu, sum við ljóði og sjónleiki greiddi frá skapanarsøguni, soleiðis sum hon var í griksku mytologi´ini.

Flott var tað, tá framførslan gekk fyri seg, men løtan mundi kennast nakað drúgv fyri fleiri av áskoðarunum, sum spakuliga byrjaðu at ganga út, áðrenn liðugt var. Og tað var ikki frítt, at yngsti parturin av hesum sást sova í barnavogninum.

 

Og eisini hjá ítróttarfólkunum gjørdist hetta nakað drúgt. Fleiri skulu ígongd heilt tíðliga sunnumorgunin, og tá eru ikki stundir at sita til sjónleik á miðjari nátt.

 

Men settir blivu leikirnir so í øllum góðum, og tíðliga í morgin verður so farið undir fyrstu kappingarnar.