Kringvarpið skal savna virksemið hjá útvarpinum og sjónvarpinum saman undir eina lon, og tað skal verða í Sortudýki.
Tí verður ikki meira fyri bygningunum í Vørðsluni, sum nú eru sett til sølu.
Tað hevur leingi ligið í kortunum, at allur stovnurin skuldi savnast í Sortudýki, men hetta skuldi upprunaliga henda við einari útbygging har uppi.
Nú tykist tað vera fíggjarligu trupulleikarnir, ið skunda undir fysisku samanleggingina av Kringvarpinum, uttan at nøkur útbygging í Sortudýki er ein fyritreyt fyri hesum.
Talan er um seks ymiskar bygningar frá 118 fermetrum upp til 255 fermetrar hvør.
»Mentamálaráðið tilskilar sær rætt at velja millum innkomnu tilboðini, umframt at selja ognirnar saman ella hvør sær, ella ikki at taka av nøkrum tilboði. Áðrenn endaliga søla kann fara fram, skal heimild at selja fáast frá Løgtinginum«, verður sagt í lýsingini.
Boð skulu latast inn til Mentamálaráðið, sum skal hava tey í hendi í seinasta lagi 28. februar klokkan 12.